Tað er ikki hvønn dag, at Páll fær røtur, ljóðar eitt
orðatak. Men tað fekk hann so týskvøldið, tí í søguliga umhvørvinum á Café Paname og í Gamla
bókhandli blivu tvær bøkur um føroyska málið lagdar fram. Føroysk purisma
eftir Jógvan í Lon Jacobsen og Útlitini fyri einum málskifti eftir Rakul Skaale
Andreasen. Tað er Fróðskapur, sum stendur fyri báðum útgávunum.Jógvan, sum starvast sum professari í málvísindi á Fróðskaparsetrinum, viðger purismu og serstakliga føroyska purismu, sum er málhugsjónin, ið søguliga hevur verið ráðandi í føroyskum málpolitikki. Júst tí er bókin Føroysk purisma sera viðkomandi og ein fongur fyri øll, ið ynskja at skilja málsligu menningina, sum hevur verið í Føroyum, og sjálvt málkjakið, sum stundum er hvast, heldur bonskt og óneuanserað.
Rakul, ið nýliga bleiv liðug sum master í føroyskum, viðger í síni bók útlitini fyri, at føroyskt má lúta fyri enskum. Niðurstøða hennara byggir á kanningar millum føroyskan ungdóm. Spurningurin um hugburð til føroyskt og málskifti er sera viðkomandi í dagsins samfelagi, og kanningarhátturin og úrslitini hjá Rakul áhugaverd. Vónandi kann hennara ritgerð og bókin slóða fyri, at líknandi kanningar eisini av yngri málbólkum gerast meira regluligar, so vit kunnu fylgja gongdini neyvari, hóast eingin stórvegis vandi tykist vera her og nú.
Til lukku við útgávunum Jógvan og Rakul.

Comments
Post a Comment