Raðfestið listarnar



Seinastu mongu árini hava afturvendandi kjak um javnstøðu, økisumboðan og andsagnir innanfloks skapt rumbul á politiska vígvøllinum. Í kjalarvørrinum á rembingunum undan jólum og nú eftir nýggjár er eyðsæð, at pláss er fyri batum, sum man pedagogiskt plagar at siga, tá okkurt ikki er gott nokk.  Ein skipan við raðfestum valevnislistum er ein møguleiki, ið átti at verið kannaður nærri. Slíkar skipanir eru í ymiskum útgávum vanligar í okkara grannalondum.

Spola vit aftur til tíðina, tá landið bleiv skipað í eitt valdømi, so hendi hetta í eini ruðulleikakendari støðu, sum ikki bygdi á neyva viðgerð av orsøkum og enn minni avleiðingum. Endamálið var, sum so ofta í politikki, at brúka lagaligu løtuna og smekka til, tá ein meiriluti var at hóma. Úrslitið, tori eg at pástanda, er, at vit í dag hava eitt enn meira kaotiskt politiskt landslag enn áðrenn, har størsti trupulleikin er, at veljarin ikki veit, hvat hann fær fyri stemmuna. Hvørki tá tað kemur til økisumboðan, javnstøðu ella sjónarmið. Ja mong munnu dagarnar eftir valið klóra sær í nakkanum og angra, at stemman fall, sum hon gjørdi, tí úrslitið gjørdist júst tað øvugt av tí, man ætlaði. Samstundis máar hetta áhaldandi burturav samstarvsmegini í samfelagnum og leitanini eftir teimum langtíðarloysnum, sum øll vita, at vit hava brúk fyri.

Ein háttur, sum kann bøta um hesi viðurskifti, er at skipa raðfestar valevnislistar. Hetta kann sjálvandi gerast í nógvum ymiskum útgávum. Meir og minni opið og meir og minni sjálvboðið. Prinsippið er tó, at flokslistarnir í størri mun enn nú fortelja veljaranum, hvussu teir raðfesta síni valevni. T.v.s. at veljarin veit, hvat hann kann rokna við. Við eini slíkari skipan, høvdu flokkarnir longu áðrenn eitt val tikið støðu til flestu ivamálini viðvíkjandi t.d. javnstøðu, økisumboðan, hvussu stórum andsagnum man kann liva við innanfloks o.s.fr.. Eljustríðið, sum stundum eyðkennir flokkarnar og skeiklar stevið í føroyskum politikki, hevði í stóran mun verið ruddað av vegnum innanfloks áðrenn valið. Samstundis høvdu lokalfeløg og floksapparatini fingið ein veruligan og týdningarmiklan leiklut, sum kundi styrkt áhugan millum vanlig fólk fyri politikki og politiskum virkni.

Við slíkum listum hevði veljarin havt ein betri møguleika at fáa tað, hann setur krossin við. Valstríðið hevði í størri mun blivið ein dystur um veruligan politikk og í minni mun ein vakurleikakapping um at siga tað rætta og síggja gott út eina løtu. Vit høvdu fingið eitt erligari val, ein betri politikk og eitt skynsamari fólkaræði, ið bæði loysti spurningin um javnstøðu og økisumboðan, og kanska kundi ein slík skipan slóðað fyri langtíðarloysnum og breiðum meirilutum.

Comments