Kann man bingja og spoyla á føroyskum?



Í kjalarvørrinum á øllum nýggjum kemur altíð okkurt áhugavert málsligt. Seinastu dagarnar hava vit áhaldandi hoyrt orðini spoyla og bingja. Ivaleyst fremmand fyri mong. Bæði eru beinleiðis úr enskum og knýtt at filmsmáli og hava verið nógv frammi alment í prátinum um røðina TROM. M.a. í sendingini Góðan morgun Føroyar. Orðini hava umframt enska upprunan eisini tað til felags, at tey hóska væl inn í føroysku málskipanina og kunnu smidliga lagast til bæði úttalu, stavseting og bending. Ivaleyst fara fleiri slík orð at vinna fram, tí soleiðis er við nýggjum vinnugreinum og samfelagsrákum.
Stóri spurningurin er so, um vit vilja hava hesi orðini, ella um vit skulu finna onkur onnur. Sjálvur havi eg ikki so avgjørdar hugsanir um útihýsing ella ikki av ávísum orðum, tó at eg haldi, at tað er skilagott at vísa til ymiskar møguleikar og vera tilvitaður um gongdina. Á tann hátt kunnu vit jú eisini fjøltátta okkara mál, fáa fleiri orð fyri líknandi fyribrigdi og harvið møguleika at orða okkum fjølbroytt alt eftir umstøðunum.

At bingja merkir at hyggja at eini røð áhaldandi til eingin partur er eftir. T.d. øllum 6 pørtunum av TROM í einum. Orðið er ein tillaging til føroyskt av enska orðinum to binge, sum merkir at gera okkurt sera nógv ella ov nógv.  Orðið finst eisini í øðrum formum t.d. go on a binge ella binge eating. Eitt hugskot við íblástri frá samansetta sagnorðinum trároyna kundi verið tráhyggja. Trároyna er vælkent frá fiskiskapi, tá man áhaldandi roynir, til einki er eftir. Tráhyggja kann tí merkja áhaldandi at hyggja at onkrum inntil einki er eftir. T.d. eini krimirøð. Ivaleyst kunnu onnur orð eisini brúktast til at siga tað sama ella skulu vit kanska bara brúka at bingja.

At spoyla merki at oyðileggja okkurt og kemur sjálvandi av enska to spoil. Í hesum sambandi er tað spenningurin í filminum, sum verður oyðilagdur, tí onkur, sum hevur sæð alt, avdúkar ov nógv fyri onkrum, sum ikki hevur hugt enn. Um man vil finna eitt ávíst orð, so kundi eitt hugskot verið at brúkt orðið spilla, sum jú í grundini merkir júst tað sama. T.d. nú mást tú ikki spilla mær filmin ella har spilti tú mær filmin. Eisini kundi man bara sagt ikki oyðileggja mær filmin ella nú avdúkaði tú ov nógv

Tá vit skulu luttaka í prátinum um film millum filmsáhugað, so verður kanska trupult at koma uttanum orðini ‘bingja’ og ’spoyla’. Orðini hoyra sum skilst til filmsprát. Eisini á føroyskum. Tráhyggja og spilla ella okkurt annað, hava ikki sama filmstatus enn, men tey eru har og kunnu eisini brúkast. Í øllum førum hevur føroyska málið í kjalarvørrinum á TROM fingið eitt størri og fjølbroyttari orðafeingi og harvið eitt dyggari tilverugrundarlag.

Við eini vaksandi filmsvinnu er eisini neyðugt við nýggjum hugtøkum í føroyskum, sum vit áður ikki hava hoyrt og sæð. Orð, sum kanska hava livað í smærri seráhugabólkum, blíva partur av almenna rúminum og víðka sítt rásarúm. Um tað so skal vera lánorð, nýyrði ella bæði. Í øllum førum so er greitt, at við einum málsligum tollyndi og skynsemi, so víðka vit um føroyskt og gera tað meira virkisført í ókomnum tíðum og við einum ov strangum orðapuristiskum hugburði, so kunnu vit køva málsligu møguleikarnar, og tað verður neyvan føroyska málinum til gagns frameftir.

Comments