Pengar, pengar, pengar

Pengar, pengar, pengar


Hammershaimb, Dr. Jakobsen, Áarstovubrøðurnir, Føroya fólkaháskúli, Fróðskaparfelagið og -setrið, Sprotin og túsundtals onnur bæði forløg, felagsskapir, lærarar, politikarar, mammur og pápar eiga æruna av, at vit í dag eiga nakað so forkunnugt sum eitt móðurmál við høvuðssæti á 62 norður og 7 vestur. Fortíðin hevur givið okkum hendan framíhjárætt, sum als ikki er ein sjálvfylgja hjá tjóðum á okkara stødd.

Men hvør tíð hevur síni stríð. Einaferð skuldi málið bjargast, so skuldi tí vinnast rættindi í egnum húsi, síðani skuldi grundleggjandi frálærutilfar og bókmentir mennast, og langt um leingi fingu vit eisini líkinda orðabøkur enntá ókeypis á netinum. Men talgildingin heldur fram við økjandi ferð, og við henni málslig amboð og hentleikar. Tað er okkara størsta avbjóðing, men samstundis ein frálíkur møguleiki í komandi tíðum.

Vit hava í dag ongan dagførdan rættstavara, ið hóskar til allar skrivipallar, sum føroysk børn og vakin brúka hvørt einasta sekund í døgninum. Vit hava í dag onga talu til skrift skipan, og vit hava eiheldur eina sjálvvirkandi týðaraskipan. Hetta er sjálvsøgd amboð í okkara grannamálum, sum brúka nógvar pengar og nógva orku til júst hetta og hava skipaðar tilgongdir og útbúgvingar, so man allatíðina er dagførdur og til reiðar.

Tað áttu vit sjálvsagt eisini at havt. Tí! Er føroyskt ikki við í talgildu menningini, so verður føroyska málið fyri týðandi økismissum á sínum egna heimavølli. Missir, sum peika aftureftir heldur enn frameftir. Missir á økjum, sum okkara forfedrar vunnu. Føroyskt verður við tíðini eitt trupult, stirvið og gamaldags samskiftisamboð heldur enn eitt lætt, lagaligt og nútímans samskiftisamboð, sum vit eru stolt av. Hetta hendir neyvan her og nú, men so líðandi, og vandin er, at vit síggja tað ov seint.

Einaferð vóru málsligu úrmælingarnir V.U. Hammershaimb og Janus Djurhuus á føroysku 100 og 1000 krónuseðlunum. Ein heiður frá tjóðini til hesar slóðarar, sum saman við so mongum øðrum eiga so stóran lut í føroyskari málmenning. Har eru teir ikki longur, og heiðrar og merkisdagar gera heldur einki einsamallir. Í talgildu øldini skulu pengar og skipanir til. Meira enn nakrantíð. Nógvir og drúgvir pengar; og dyggar og haldførar skipanir. Tá tað ber til í umsitingini av heilsuverkinum, útbúgvingarverkinum, almannaverkinum o.s.fr., so ber tað sjálvandi eisini til í umsitingini og røktini av sjálvum móðurmálinum.

Vónandi kunnu vit 25. mars 2023 hyggja aftur á eitt ár, sum setti ferð á menningina av føroyskum í einum 21. aldar høpi.

Um móðurmálið var ein persónur, so hevði tað ivaleyst tikið orðini hjá Martini Joensen til sín og sungið "Pengar, pengar, pengar! Hvar kann eg fáa meir?" Ikki fyri at goyma undir madrassuni ella ovast í skápinum, men fyri at skapa eina burðardygga føroyska framtíð.

Góðan móðurmálsdag 2022!

Comments