Ódnartøk í Kongshøll


Fyrr í dag var úrslitið av verkætlanini Ravnur lagt fram, og úrslitið er einastandandi. Hetta er ein sonn stórhending í føroyskari málmenning. Eftir tiltakið var boðið til ein lættari bita, og øll tóktust samd um úrslitið av verkætlanini, og at nú er at liggja á takinum og taka næsta stigið, og skipa føroyska máltøkni í eina eind ella samstarv, ið er áhaldandi og varandi.

Eldsálin handan hetta frambrotið eins og frambrotið við føroysku taldutaluni í síni tíð, leiðarin á Sjóndeplinum, Karin Kass, beyð vælkomin, áðrenn landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, fekk orðið. Hann legði ikki fingrarnar í millum, tá hann umrøddi týdningin av málmenning okkara og máltøkni. Um stig nú verða tikin í Mentamálaráðnum til víðari menning ella ikki, nevndi hann tó einki ítøkiligt um.

Eftir Jenis var sjálv framløgan av verkætlanini. Fyrstur var Peter Juel Henrichsen, verkætlanarleiðari, ið greiddi frá alment um talukennarar og tilgongdina í hesi verkætlanini. Peter Juel er útbúgvin innan bæði mál- og tøknifrøði. Í dag starvast hann sum seniorgranskari innan máltøkni í Dansk sprognævn. Eg hitti fryntliga Petur Juel eftir tiltakið, og hann var m.a. bergtikin av dygdini av tilfarinum ungu føroysku málfrøðingarnir hava framleitt.

Fólkini handan verkætlanina fingu øll ein ravn úr glasi, ið Mikkalina Norðberg hevði evnað til

Síðani fingu hesir dugnaligu málfrøðingarnir orðið. Tær tríggjar Iben Nyholm Debess, Sandra Saxov Lamhauge og Annika Simonsen greiddu sera væl og nágreiniliga frá, hvussu arbeiði varð lagt tilrættis, so rætta úrslitið kemur út í hinum endanum. Somuleiðis greiddu tær frá vavinum á dátugrunninum, og hvussu hann kann brúkast av veitarum av talgildum tænastum. M.a. til blind- og sjónveik, lesiveik, journalskriving, undirtekstir, undirvísing, telefonmóttøka, Siri og Alexa o.s.fr..

Eftir tær tríggjar greiddi Egil Hofgaard, ið hevur verið KT-ráðgevi í verkætlanini og er KT-leiðari á Hagstovuni frá, hvussu ein talukennari tøkniliga gerst veruleiki. Síðani var løtan komin, har ið Jens O. Kjærum frá fyritøkuni Dictus skuldi vísa okkum talukennaran í verki. Hetta var gjørt við m.a. at teksta brot úr Degi og viku. Fyritøkan hevur drúgvar royndir at menna talukennarar, og upp á fýra vikur høvdu tey megnað at sett føroyskan talukennara upp við støði í dátunum hjá Ravni, og úrslitið kann ikki sigast annað enn vera sera gott. Ja, í mínum eygum tykist hetta sum ramur gandur.

Til síðst var tað rektarin á Fróðskaparsetrinum, Chik Collins, ið fekk orðið og røddi um framtíðina og týdningin av, at menningin av føroyskari máltøkni ikki steðgar her, tí her er alt ov nógv upp á spæl.  Eitt mál uttan menta máltøkni hevur onga framtíð, tí er valið so sera einfalt, segði hann. Vit mugu vera við og hann nevndi, at á Setrinum verður arbeitt við at skapa eina samstarvseind, ið hevur fokus á júst máltøkni, ið sameinir málfrøði og tøknifrøði. Tvær av granskingar- og lestrarleiðunum á Setrinum.

Til allar seinast heilsaði máltøkniliga stórasystirin ‘Teldutalan’ uppá lítlabeiggjan ‘Teldukennaran’. Hvussu tað ljóðaði kunnu tit hoyra í brotinum niðanfyri.



Comments