39.067 bótarmolar


Eitt valstríð er um at enda. Eitt valstríð, sum á mangan hátt hevur verið øðrvísi enn onnur, ið eg kann minnast. Ein fjølbroytt súpan er um at verða liðug og skal bara kókast upp í kvøld. Ein súpan, sum fer at smakka bæði søt, súr, beist, fesk og fermenterað. Kanska heldur tunn og løtt í kvøld, men tað er einki nýtt. Veruliga tyngdin og fyllan plagar ikki at koma í fyrr enn aftan á valdagin, tá tingmanningarnar, vit hava valt, sessast við fundarborðið at smíða samgongu og skriva samgonguskjal.

Á tí súru síðuni í valstríðnum eru heldur stirvnu tematiseraðu valfundirnir hjá Kringvarpinum. Tað bleiv alt og einki samstundis, og vertirnir høvdu trupult við at skapa eitt innihaldsríkt orðaskifti. Ikki tí teir ikki royndu, men tí formurin ikki passaði. Skal sjónvarp og útvarp út um landið við temafundum, so má tað vera ein væl greiðari ætlan aftanfyri, og formur og innihald mugu hóska betur saman. Annars er betri fyri lurtarar og hyggjarar at hava fundin á tryggari grund í eini útvarpsstovu. Á tí søtu síðuni telur, at vit fingu eina feska mótreaktión frá feløgum, einstaklingum og áhugabólkum. Eina mótreaktión, sum hevur skapt kanska tættasta valstríð, eg havi upplivað. Bæði í sjálvum valdystinum og í nærleikanum millum veljara og valevni. Hetta er gott í einum livandi fólkaræði og boðar frá góðum framyvir.

Eitt annað, sum er serligt í hesum valstríðnum, er, at tvørmiðlanýtsla hjá flokkum og serstakliga einstøku valevnunum er eksploderað og hevur avlastað postkassan. Hetta er sjálvandi tað reina guff fyri ein lærara í føroyskum og miðlakunnleika, tí ongantíð áður hava so nógv miðla- og tvørmiðlaformat sveimað í føroyska miðlaskýnum, sum hesa seinastu vikuna. Sjálvur haldi eg tó, at tað er spell, at tann fysiski postkassin ikki fær meira valtilfar. Mær dámar væl at nærlesa valskráir, faldarar og brøv. Tá fær man betri høvi at meta um substansin, enn í blinkum í teldu, telefon og smílandi andlitum á lyktapelum. At viðgera eitt valstríð kann skjótt blíva meira átøkt viðgerðini av eini vanligari lýsingarherferð enn einum politiskum boksikampi. Tað er spell. Keks, bollar, karamellir, pylsur, pitsur, plakatir og ballónir hevur man brúkt nógvar pengar upp á, og tað er fínt, men man átti eisini at brúkt pengar upp á at breitt veruligan substans t.d. sum eina valskrá ella valblað til hvørt húski í Føroyum í góðari tíð áðrenn valið.

Í sjónvarpinum var Andgletturin ein hugnaligur og upplýsandi táttur. Onkur vildi kanska ynskt, at man fór meira í krovið á forfólkunum, men eg haldi ikki tað bilar, at vit eisini fáa eina menniskjaliga mynd av teimum. Forfólkini eru jú eisini menniskju, og tað er gott, at vit eisini kenna tey so. Vit veljarar eru ikki býttir. Vit duga at skapa heildarmyndir og gera niðurstøður, hóast journalisturin er fyrikomandi.

Besti og mest upplýsandi tátturin í valstríðnum er uttan iva tátturin Tingið í útvarpinum. Har fingu valevni fyri flokkarnar kvalifiseraðar spurningar frá tveimum fyrikomandi og hvøssum journalistum, sum høvdu nærlisið valskránna. Frálíkt. Her hóska formur og innihald saman, og er hetta kanska eisini ein gongd leið hjá Kringvarpinum í komandi valstríðum.

Valstríðið hevur verið øðrvísi við øðrvísi blandingi av formi og innihaldi, øðrvísi miðlamynd og øðrvísi og djarvari branding av valevnum, sum ikki eru á løgtingi í dag. Hvussu hendan nýggja valsúpanin fer at smakka, tá hon er klár at borðreiða í Kringvarpi Føroya á midnátt, vita vit ikki, men neyvan nakrantíð hevur størri spenningurin verið um brigdini í smakkinum enn hesaferð.

Eitt vita vit tó við fullari vissu. Súpanin verður ójøvn, hóast hon kemur úr sama potti. Hjá onkrum verður súpanin bæði køld, beiskt og kanska eisini fermenterað, meðan hon hjá øðrum verður bæði søtt, feskt og flógv. Hvussu endaliga fyllan í henni verður, tá politiski gerandisdagurin einaferð fer í gongd aftur, fáa vit kanska eina ábending um í kvøld, men onga vissu.

Tó vita vit, at okkara ‘x’, hvussu lítið tað enn er í mongdini, er startskotið til politisku avgerðirnar í Føroyum komandi árini, og tí súpanini eru vit øll tvungin at súpa av. Tí er tað eisini okkara skylda hvør sær at lata okkara lítla bótarmola í stóra pottin.

Gott løgtingsval 2022 og væl gagnist!

Comments