![]() |
| Myndin er frá kvf.fo |
Hevur tú sett á fyrsta part um Doktor Sophus, so sleppur tú ikki nýggju poddvarpsrøðini fyrr enn allir tríggir partarnir eru hoyrdir á tamb. Slík trálurtan boðar frá dygd, og dygdarútvarp er tað, ið sólsteinbrøðurnir, Andrass og Kári, hava skapt.
Søgan fer fram fyrst í farnu øld í Klaksvík. Ein sólskinssøga um ein føroyskan lækna, sum er uppvaksin í Klaksvík og kemur aftur á sítt heimabeiti at virka sum økislækni. Ein lokal sólskinssøga, sum endar í stórum persónligum sorgarleiki.
Hvør varð bakgrundin hjá hesum manni, hví endaði søgan, sum hon gjørdi, hvussu megnaði eitt lokalsamfelag at liva við hesum, og hvørjar av leysasøgunum skulu vit trúgva, ella eru allar bara tað reina skrøgg.
Hetta er ein ektað føroysk ‘true crime’ poddvarpsrøð. Ein brotsgerð, sum hevur verið óloyst, men tó livað á mannamunni, verður løgd undir luppin. Løgreglufrágreiðingar, brøv, frásagnir o.s.fr. verða kannað, tí søgufrøðingurin vil hava verulig svar. At hjálpa sær hevur hann ein vert, ið er lurtarans umboð.
Upplýsingarnir, ið serfrøðingurin, Andrass, hevur leita fram og ber fram saman við lurtarans manni, Kára, eru frálíkt tilfar til føroyska poddvarpsrøð.
Hjáveiða
Í eini góðari sending er altíð nakað av hjáveiðu, tí tú fært altíð okkurt, ið laðar upp í tína vitan. Mín mynd av eini farnari fortíð bleiv meira fullfíggjað, og nýggja søgan segði mær eisini, at menniskjaligar dygdir og ódygdir vóru galdandi tá eins og nú, hóast so nógv annað er broytt.
Í sendingini Doktor Sophus fáa vit hjáveiðu í ríkiligari mongd. Vit fáa eina álítandi mynd av gerandislívinum um aldarskiftið fyrra. Eina mynd, ið dregur okkum nærri at lívinum tá. Bæði á Skálatoftum og í Klaksvík, í læknahúsunum og á sjúkrahúsinum, hjá tænastufólki og familjum í lokalsamfelagnum og í mentanarlívinum við ítrótti og sjónleiki.
Frálíkt útvarp
Poddvarpsrøðin er fyrsta floks útvarp, sum er kærkomið í hesum døgum. Tilfarið tykist byggja á dygga gransking. Tað er hegnisliga sett saman og ikki minst borið fram av verti og serfrøðingi, sum hava ein livandi og samstundis álítandi frásøguhátt við ótilgjørdum máli. Spenningurin í einstøku pørtunum og millum partarnar er í góðari javnvág, og tú keðir teg ongantíð, men vilt alsamt hoyra meir.
Leysasøgurnar um Doktor Sophus eru grundstøðið í sendingunum, sum eisini verða brúktar í innganginum. Síðani hoyra vit um syrgilig andlát, sjalusi og ovurnýtsla av rúsdrekka. Hesi trý eru rótin til so mangan sorgarleik - eisini hendan. Meira er ikki neyðugt at avdúka her. Tað er bara at lurta.
Góðan lurtihug. Tað tekur bara 120 minuttir.
Tú finnur fyrsta part her

Comments
Post a Comment