Frí, frí, frí...

Hvat skapar lívsgleði og vón, og hvat ger okkum nøgd og fremur virðing fyri okkum sjálvum og tí, sum er rundan um okkum? Hetta eru spurningar, sum vit áhaldandi leita eftir svari uppá. Í fyrstu bók sínari gevur Jóna Joensen sítt boð upp á spurningarnar. Í eini fangandi og skemtiligari nútíðarsøgu og á einum løttum máli fortelur hon søguna um brøðurnar Blásius og Sirius, sum hava frí úr skúlanum og fara á eina ævintýrkenda ferð í Kønuborg.

Jóna býr í Sveis, har hon saman við manninum, Thomas, hevur umskapað familjugarð teirra til eitt gistingarhús og eina sjálvbjargna oasu við fruktum, urtum, grønmeti og víni.

Bókin eitur Frí og er ein skaldsøga á 267 síður. Á kápuni stendur, at hetta er “ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda – við hjarta, hondum og hugflogi.” Eftir at hava lisið bókina rann mær orðatakið ‘Søtur er sjálvgivin biti’ til hugs. Í bókina síggja vit nevniliga, hvussu virkisfýsni hjá brøðrunum blómar, tá teir sleppa at skapa og virka útfrá egnum hugflog, og hvussu hetta fýsni smittar av á øll rundan um teir. 

Vit fylgja sum sagt serliga Siriusi og Blásiusi. Teir eru brøður og hava frí úr skúlanum og fara á vitjan hjá mammubeiggjanum Kønusi, sum hevur sett sær fyri at búgva burðardygt og frísinnað uttanfyri býarmeldurin. Bókin er bygd upp í tíðarrøð kring frídagarnar úti á Kønuborg, so tað er lætt at fylgja sjálvari søgugongdini. Persónarnir eru væl valdir og lýstir, og skapa neyðugu mótsetningar nærum allan vegin, so spenningurin, ið ein slík bók skal hava, verður varðveittur.

Hóast evni sum skíggjafrí, stuttflutt og gagnnýtsla av tilfeingi kunnu tykjast triviell og gjøgnumtugd, so gerst hetta júst størsta styrkin í bókini. Evnini hoyra vit um umaftur og umaftur í Breddum, tíðindum og politiskum kjaki, men í bókin megnar Jóna at flyta tey inn í ein skaldarheim í einum løttum og atkomuligum formi. Høvuðspersónarnir fara so líðandi at hugsa og handla øðrvísi enn teir og flestu av okkum plaga. Teir vísa okkum í verki, at vit kanska ikki eru so langt burtur frá øllum tí, sum vit so fegin vilja, og sum vit innast inni nokk eisini vita er rætt.

Í frívikuni skal Blásius gera eitt hefti við matuppskriftum og saman við serstøku matgerðini hjá Kønusi blívur hetta til eina heilt serliga kókibók. Vit ferðast úr tí minsta smálutinum í urtagarðinum hjá Kønusi og út í stóru verð. Uppskriftirnar í bókini hava bæði lokalan og globalan dám og eru gull verdar. Her er nakað, ið einhvør familja kann brúka til nakað heilt ítøkiligt, so umframt at vera ein skaldsøga, er hetta eisini ein kókibók. Uppskriftirnar eru væl frágingnar og lætt skilligar, og vit síggja fyri okkum, hvussu teir tríggir stákast við alt frá útvinning av rávøruni til borðreiðing av tí góða matinum. 

Bókin, Frí, er umframt at vera ein løtt og skemitilig skaldasøga, eisini ein kókibók við alskyns forkunnugum matuppskriftum.

Bókin málar eina mynd av, at tað er realistiskt at skapa nakað sjálvur, at gera mat frá grundini og at liva eitt lív uttan at vera alt ov bundin at telefonini og alskyns materiellum ágóðum. Tað ber til at flyta seg frá hugskoti til veruleika og samstundis virða og liva saman í einum góðum samfelag. Tí tað gera tey í Kønuborg, Tuskuvík og Mýrommugarðinum

Tann lætti og skemtiligi tónin eyðkennir bókina. Góðu lýsingar av orginalunum eru nærverandi, og allir persónarnir hava eitt viðkomandi pláss í søguni. Jóna brúkar nógv beinleiðis talu í bókini. Hetta kann vera ein vansi fyri longdina av onkrum brotum, men hevur sín avgjørda fyrimun í skapanini av persónunum. Sum lesari kann man gera sær sína egnu mynd gjøgnum teirra atburð og málburð. Harvið verður bókin meira veruleikakend og meira ‘vís mær‘ enn ‘sig mær’, ið ein bók, sum viðger hesi evni annars lættliga kundi blivið.

Á bakkápuni verður sagt, at hetta er “ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl og gleðina at vera á ferð.” Hesum kann eg bara taka undir við. Dreingirnir hava frí og eru á ferð. Teir læra um lívið, náttúruna og matgerð. Teir læra, hvat tað merkir at liva frítt, og teir vísa í verki øðrum, hvussu skapanargleði og frísinni sær út og kann ávirka.

‘Frí’ er ein góð, forkunnug og løtt skaldsøga, ið bæði ung og gomul, lesivand og óvand kunnu fáa nakað burtuúr. Og júst hetta vænti eg fer at gera bókina til eina av teimum vælumtóktu bæði til jóla, men eisini í undirvísingarhøpi í komandi árum. Ja, hon kann, umframt at kveika hugin til at hava frí, tá man hevur frí, eisini kveikja lesihugin. Og hann er ikki at forsmáa. Serliga tá man hevur frí.

Til lukku við bókini Jóna og góða ferð víðari saman við Blásiusi, Siriusi og øllum hinum í Tuskuvík og har um vegir.

Comments