Skip to main content

Óendaliga vera - Marjun Syderbø Kjelnæs

Summarfrítíðin er eitt gott høvi at lesa. Tað er tó ikki á hvørjum sumri, at man fær møguleikan at lesa eina nýggja føroyska skaldsøgu, men soleiðis var í summar. Bókadeildin gav nevniliga í juni mánaði út Óendaliga vera eftir Marjun Syderbø Kjelnæs. Talan er um eina góða skaldsøgu,
Óendaliga vera er nevniliga bæði fangandi og hugvekjandi. Stuttu brotini og knøppu skiftini skapa eina livandi og spennandi frásøgn. Bókin er full av sterkum persónslýsingum og ríkum myndamáli, sum saman við mongu tilsipingunum geva frásøgnini bæði flog og dýpd.
Skaldsøgan viðger m.a., hvussu tað er at liva við óforloystum spurningum innan trúarlív og kærleikslív. Søgan sigur okkum, hvussu sterkar hesar kreftirnar kunnu vera, og hvussu tær saman við tøgnini kunnu gerast ein tung køvandi dýna, sum førir til bæði ótta, svik og rótloysi.
Bókin kundi lætt blivið moraliserandi og dømandi, men hesum leikluti skákar hon sær tíbetur undan. Hon sigur ‘bert’ søguna um Veru, leon og teirra umhvørvi og letur lesaran um restina.
Óendaliga vera er eitt frálíkt dømi um, hvussu umráðandi tað er, at vit áhaldandi skriva skaldsøgur, lesa tær og skapa umstøður hjá høvundum og útgevarum at virka og mennast. Skaldsøgan kann nevniliga siga frá søgum og viðurskiftum, ið hvørki fjølmiðlar, samfelagsgreiningar ella kanningar megna, og eg kann bara viðmæla øllum at lesa hesa.
Bókin vann Føroysku Bókhandlaravirðislønina 2016, og vónandi verður Bókhandlaravirðislønin afturvendandi, tí slíkar kappingar seta so ella so ferð á skrivingina. Hendan royndin hjá føroysku bókhandlarunum er í øllum førum ógvuliga væleydnað.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...