Skip to main content

Posts

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenningsskaldsøgu   úr enda
Recent posts

Ein væleydnað debut

Fyri sløkum ári síðan kom út fyrsta skaldsøgan eftir Jón Thorsteinsson. Skaldsøgan nevnist Tám, og talan er um eina áhugaverda og væleydnaða debut, sum eg vóni hevur givið høvundanum hug at skriva fleiri. Áður hevur Jón skrivað stuttsøgusøvnini Søgur úr býnum og Hult og dult við áhugaverdum og góðum stuttsøgum. Skaldsøgan er søgan um Bartal og Anju, sum  finna saman. Vit fylgja tveimum paralellum søgugongdum, og skapa hesar spenningin í søguni. Bygnaðurin er greiður, og sum lesari villist tú ongantíð.  Bókin Tám er ein realistisk samtíðarskaldsøga, sum fer fram í Tórshavn. Temað er trúfesti og fals millum vinir, millum ættarlið, millum kyn og millum samfelag og einstakling. Skaldsøgan lýsir og viðger nútíðarrák í føroyska samfelagnum. Bústaðartrupulleikin, rúsevnishandil, politiskt spinn, útlendsk arbeiðsmegi, hjúnarskilnaður, mentanarmunir og støðan sum einligur forsyrgjari eru millum evnini. Høvuðsleikararnir liva eitt vanligt lív í høvuðsstaðnum, og í teirra gerandisdag er

39.067 bótarmolar

Eitt valstríð er um at enda. Eitt valstríð, sum á mangan hátt hevur verið øðrvísi enn onnur, ið eg kann minnast. Ein fjølbroytt súpan er um at verða liðug og skal bara kókast upp í kvøld. Ein súpan, sum fer at smakka bæði søt, súr, beist, fesk og fermenterað. Kanska heldur tunn og løtt í kvøld, men tað er einki nýtt. Veruliga tyngdin og fyllan plagar ikki at koma í fyrr enn aftan á valdagin, tá tingmanningarnar, vit hava valt, sessast við fundarborðið at smíða samgongu og skriva samgonguskjal. Á tí súru síðuni í valstríðnum eru heldur stirvnu tematiseraðu valfundirnir hjá Kringvarpinum. Tað bleiv alt og einki samstundis, og vertirnir høvdu trupult við at skapa eitt innihaldsríkt orðaskifti. Ikki tí teir ikki royndu, men tí formurin ikki passaði. Skal sjónvarp og útvarp út um landið við temafundum, so má tað vera ein væl greiðari ætlan aftanfyri, og formur og innihald mugu hóska betur saman. Annars er betri fyri lurtarar og hyggjarar at hava fundin á tryggari grund í eini útvarpsstovu

Ravnur og Translator – hvat nú?

Í farna mánaði sóu vit tvær alment fíggjaðar máltøkniverkætlanir verða loystar úr lagdi. Tær komu á eitt turt stað, tí innan máltøkni er føroyskt enn ein eftirbátur, sum so dánt hongur í. Øll, sum eru góð við okkara mál, eiga sjálvsagt at fegnast um øll framstig, men vit mugu samstundis ásanna, at hetta eru bara støk og smá fet, um vit ætla at vinna okkara máli sess millum øll hini í talgildu framtíðini. Tøknin er ein góður tænari, men ringur harri. Soleiðis tók stjórin á Føroya Tele einaferð til í einum fyrilestri við Løkin í Runavík. Ivaleyst meinti hann við ovurnýtslu av tøkni og fylgjurnar av henni. Men orðingin kann sanniliga eisini nýtast í sambandi við tøkni og málmenning. Tí tøknin er ein óloysiligur partur av okkara gerandisdegi, og tøknin er full av máli, sum í alsamt størri mun verður framleitt við algoritmum og tilgjørdum viti. Orð og tala eru allastaðni til staðar, og gerast fleiri og fleiri av hesum ikki føroyskt í framtíðini, so er hetta ein økismissur, ið kemur at á

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í

Ódnartøk í Kongshøll

Fyrr í dag var úrslitið av verkætlanini Ravnur lagt fram, og úrslitið er einastandandi. Hetta er ein sonn stórhending í føroyskari málmenning. Eftir tiltakið var boðið til ein lættari bita, og øll tóktust samd um úrslitið av verkætlanini, og at nú er at liggja á takinum og taka næsta stigið, og skipa føroyska máltøkni í eina eind ella samstarv, ið er áhaldandi og varandi. Eldsálin handan hetta frambrotið eins og frambrotið við føroysku taldutaluni í síni tíð, leiðarin á Sjóndeplinum, Karin Kass, beyð vælkomin, áðrenn landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, fekk orðið. Hann legði ikki fingrarnar í millum, tá hann umrøddi týdningin av málmenning okkara og máltøkni. Um stig nú verða tikin í Mentamálaráðnum til víðari menning ella ikki, nevndi hann tó einki ítøkiligt um. Eftir Jenis var sjálv framløgan av verkætlanini. Fyrstur var Peter Juel Henrichsen, verkætlanarleiðari, ið greiddi frá alment um talukennarar og tilgongdina í hesi verkætlanini. Peter Juel er útbúgvin innan bæð

Pengar, pengar, pengar

Pengar, pengar, pengar Hammershaimb, Dr. Jakobsen, Áarstovubrøðurnir, Føroya fólkaháskúli, Fróðskaparfelagið og -setrið, Sprotin og túsundtals onnur bæði forløg, felagsskapir, lærarar, politikarar, mammur og pápar eiga æruna av, at vit í dag eiga nakað so forkunnugt sum eitt móðurmál við høvuðssæti á 62 norður og 7 vestur. Fortíðin hevur givið okkum hendan framíhjárætt, sum als ikki er ein sjálvfylgja hjá tjóðum á okkara stødd. Men hvør tíð hevur síni stríð. Einaferð skuldi málið bjargast, so skuldi tí vinnast rættindi í egnum húsi, síðani skuldi grundleggjandi frálærutilfar og bókmentir mennast, og langt um leingi fingu vit eisini líkinda orðabøkur enntá ókeypis á netinum. Men talgildingin heldur fram við økjandi ferð, og við henni málslig amboð og hentleikar. Tað er okkara størsta avbjóðing, men samstundis ein frálíkur møguleiki í komandi tíðum. Vit hava í dag ongan dagførdan rættstavara, ið hóskar til allar skrivipallar, sum føroysk børn og vakin brúka hvørt einasta sekund í døgninu