Skip to main content

Ein skilagóð raðfesting

Ein sera skilagóð raðfesting av landsstýrinum, sum vónandi fer at síggjast aftur í spennandi átøkum og eini menning av almenna tilvitinum um týdningin av málmenning hjá børnum.
Skermunum sleppa vit neyvan undan, hóast vit sum fragast royna at finna eina skilagóða javnvág í nýtsluna. So eitt 'need to have' er tilfar til skermarnar á føroyskum. Og tað ber væl til. Heima við hús hava vit spent fylgt við jólakalendaranum í sjónvarpinum t.d.. Hví? Jú tí hann var gott sjónvarp og var á føroyskum. Børn elska sítt móðurmál, og tað er okkara uppgáva at geva teimum tað. Við ítøkiligari handling. Her vísti Kringvarpið sínar førleikar og sína styrki.
Men eisini er neyðugt miðvíst at styrkja almennu tilvitanina um týdningin málmenning hevur. Hetta kundi verið eitt landsumfevnandi átak, sum rak út í hvønn krók í samfelagnum. Tí málmenning fer fram allastaðni allatíðina.
Vit hava øll so ella so ábyrgdina av okkara móðurmálið, men serliga tveir stovnar í okkara tænastu hava størri týdning og ábyrgd enn nakar annar stakur samfelagslutur, tí teir fevna so víða og hava nærum monopolstøðu, tá umræður útvarping, miðling, gransking og hægri útbúgving.
Kringvarp Føroya við síni orku, førleika og útbreiðslu bæði tá umræður at fremja ítøkilig átøk, men sanniliga eisini í menningini av tilvitanini um málmenning. Og Fróðskaparsetur Føroya, sum granskingarmiðstøð fyri føroyskt mál og útbúgvingarstovnur hjá komandi námsfrøðingar og lærarar. Og ja kanska eftirútbúgving av verandi námsfrøðingum og lærarum eisini.
Megna hesi báðir stovnar at seta málmenning í hásæti innanveggja og uttanveggja, so fara skjótt at síggjast ítøkilig úrslit.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...