Hvør valdagur er veitsludagur hjá fólkaræðinum. Tá eru flokkar og valevni til próvtøku og saman við teimum okkara einasti public service stovnur, sum ein óloysiligur hornasteinur í fólkaræðinum. Ymiskt var sjáldsagt, hvussu gekk hjá flokkum og valevnum, men okkara Kringvarp stóð royndina til eitt flott 12 tal.
Vit blivu undirhildin og upplýst hvørt um annað. Fyrst gjøgnum útvarpslurtið í bili, til venjing og afturvið nátturðanum. Frálíkt útvarp. Livandi, erligt og við innihaldi.
Um áttatíðina varð skift yvir á sjónvarpið. Og her var dygd. Passalig ferð á og góð góðska á bæði myndum, ljóði, samanseting, journalistikki og redaktión. Einki drál og einki hálvt. Í sjónvarpsstovuni borðreiddu roynd og vitandi fólk við tølum, greiningum og kunnleika á ein lættan og elegantan hátt. Úti um landið syrgdu skilagóðir og vælupplagdir journalistar fyri áhugaverdum innsløgum frá degnum og livandi beinleiðis frásagnum, og í forhøll Kringvarpsins vóru fyrikomandi og kvikir vertir, ið tóku temperaturin við stuttum og viðkomandi samrøðum saman við nærverandi myndum.
At vit hava ein public service miðil sum megnar at gera valdagin bæði upplýsandi, undirhaldandi, viðkomandi og nærverandi er ikki at forsmáa. Bravo og dacapo á veitsluni í august.
Comments
Post a Comment