Próvtøkutíðin nærkast, og lærarar geva komandi vikurnar túsundtals ársmet og próvmet í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanum og hægri lærustovnum. Eg tori at pástanda, at ongantíð hevur so stórur ivi verið um metingina sum nú. Hví? Tí tøknin enn einaferð hevur yvirhálað ein stagneraðan skúlaveruleika, men hesaferð við munandi hægri ferð enn áður.
Vitlíkið er stóri fílurin í lærarastovuni, men higartil hevur lítið og einki verið at frætt um neyðug og ítøkilig átøk. Kanska tí man ikki veit síni livandi ráð, ella tí broytingin er so ógvislig, at hon er trupul at góðtaka, og lættari er at stinga høvdið í sandin. Men lata vit standa til, kann skúlin gerast ein tóm kulissa og próvtøkur eitt ritual uttan innihald, tí fílurin í lærarastovuni hevur merglop.
Vitlíkið bæði skrivar, rættar, roknar, googlar og sprotar, og vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat hendir, tá tøknin ótarnað og ótilvitað sleppur at taka yvir? Vit fáa kanska ein lættari gerandisdag á so mongum økjum, men í skúlanum eri eg bangin fyri, at prísurin verður høgur. Kjarnuførleikarnir at hugsa kritiskt og kreativt lækka, meðan siðbundu karakterirnir helst hækka. Spurningurin er ikki, um vitlíkið broytir skúlan, tí tað hevur tað longu gjørt. Spurningurin er, hvussu vit svara.
Skraddaraseymað til vitlíkið
Uppgávur í okkara skúla hava í stóran mun altíð snúð seg um at svara bundnum og einsæris spurningum upp á tíð. Vældefineraðir spurningar og harvið rættiliga standardiserað svar. Ein slík uppgávuhugsan er skraddaraseymað til vitlíkið, og freistingin at lata nýggju tøknina taka yvir er sjálvandi ovurhonds stór.
Úrslitið er í versta føri ungdómar í vánaligari venjing til víðari útbúgving og lestur og eitt óálítandi prógv. Tað er ikki stórt øðrvísi enn at venja kappróður. Tú kanst ikki seta teg í ein kappróðrarbát saman við eini vitlíkisvenjingarætlan og vænta, at áralag, styrki og úthaldni eru har frá fyrsta degi. Tú verður heldur ikki betri av at sita í bátinum og gløa eftir uppskriftini í dagavís í staðin fyri at taka árar í hond.
Evnini at hugsa ein tekst, framleiða hann, umskriva og reflektera eru avgerandi fyri okkara samfelag. Tað hava tey verið, og tað fara tey at vera. At síggja mun á góðum og vánaligum tekstum í øllum samskiftissniðum og megna at gera hesar persónligar eru kjarnuførleikar nú eins og áðrenn vitlíkið.
Vit mugu sjálvandi tora at seta mørk fyri nýtsluni av tøkniligum hjálpiamboðum, tá tey eru ein meinbogi fyri læringina, men vit mugu eisini flyta okkum burtur frá verandi produkthugsan, sum próvtøka og harvið undirvísingin í dag tekur støði í. Vit mugu raðfesta námsfrøði og fakdidaktikk, har vitan, tekstir og kjak altíð eru í menning. Í hesi tilgongd er vitlíkið bert eitt av mongum amboðum í kassanum.
Keldukritikkur og etisk metingarevni eiga eisini í enn størri at gerast kjarnuførleikar. Keldukritikkur, so vit betur duga at meta um tekstir, vit hoyra, lesa og brúka, og etiskur førleiki, so vit sjálvkritiskt kunnu taka støðu til okkara egnu nýtslu av vitlíki.
Frá framleiðslu til rannsókn
Skal eitt veruligt paradigmuskifti fara fram, er lærarin sjálvandi í einum lyklaleikluti. Frá at vera undirvísari, rættari og próvdómari má lærarin í enn størri mun gerast ein tilvitaður vegleiðari. Hetta eru gamlir tankar, eg veit, men teir eru aktuellari enn nakrantíð.
At skapa viðkomandi venjingar, smáar og stórar, verður avgerandi. Uppgávurnar mugu í størri mun krevja persónliga hugsan og støðutakan, so vit veruliga kenna førleikarnar hjá næminginum og hava møguleika at menna teir.
Lærarin má vera tann virkni fakdidaktikarin í hesari menningini. Hann er ikki bara tann, ið setir uppgávur og gevur karakterir, men mentor á eini læruferð, har endamálið er at menna sjálvstøðugt hugsandi næmingar.
Vit hava eina ørgrynnu av ágrýtnum, dugnaligum og framsóknum lærarum, men so leingi próvtøkan stórt sæð er meinlík tíðini áðrenn teldur, so fer undirvísingin ikki at broytast nevnivert. Tað sigur seg sjálvt. Vit stoyta gamalt vín á nýggjar fløskur, og vandin fyri, at fløskurnar bresta, hevur neyvan verið størri.
Skúlin eigur at vera meira átøkur eini livandi rannsóknarstovu enn eini siðbundnari framleiðsluhøll.
Nýggir arbeiðshættir
Ein natúrligur partur er at gera mørkini millum tað skrivliga og tað munnliga kámari og at taka aðrar samskiftishættir við. Samskifti í dag er margháttað, og tað at flætta ymiskar samskiftishættir saman er ein støðisførleiki.
Vit mugu eisini tora at menna uppgávur, har næmingurin brúkar vitlíkið opið og kritiskt. Fyrst við at seta spurningar, síðani við at greina svarini og at enda at meta um dygdina. Tá verður vitlíkið ikki smuglað inn, men brúkt didaktiskt.
Størri skrivligar uppgávur kundu eisini verið uppfylgdar av munnligum verjum. Hetta hevði styrkt bæði fakligu krøvini og tann lestrarfyrireikandi partin, og smærri videobrot kundu verið nýtt munandi meira, tí tey eru ein natúrligur samskiftisháttur í dag.
Nú havi eg als ikki nevnt portfoliupróvtøkur, tvørfakligt arbeiði, handaligt virksemi, setursskúlar, staðsetta undirvísing og nógv annað, ið eisini í størri mun kundi verið nýtt. Hugskotini eru mong, og tey rúmast ikki í einari grein ella einum einstøkum kjaki, men fakdidaktiska tilvitið hjá lærarum er enn sum áður avgerandi fyri eina og hvørja skilagóða fakliga menning.
Nýhugsan heldur enn líkasælu
Vit kunnu royna at berjast ímóti menningini, men tá tapa vit, og eg óttist, at vit í ringasta føri undirgrava skúlan sum ein samfelagsberandi stovn. Broytingin er alt ov álvarsom til, at hvør í sínum lagi snikkar onkrar hissini loysnir saman, sum passa inn í gomlu karmarnar.
”Stórir møguleikar eru í talgilding og vitlíki, men tað hevur eisini avbjóðingar við sær. Tí skulu vit hava eina ætlan hesum viðvíkjandi, serliga innan fyri námsætlanir og próvtøkuhættir.”
Hóast rættiliga rundur, so er júst hesin setningurin í samgonguskjalinum um vitlíki og skúla sera umráðandi. Somuleiðis eru forkanningar um vitlíki og UNESCO tilmæli um leiðreglur fyri vitlíki, sum sóu dagsins ljós fyrr í vikuni. Hesi gera tó lítið og einki við dagsins veruleika í skúlanum. Her krevjast bæði skjótar ábøtur, konstruktiv kjak og longri tilgongdir.
Hava vit dirvi at taka nýggju tøknina til okkum og endurskapa læringina, so kann vitlíkið gerast ein katalysatorur til eina tiltrongda nýhugsan heldur enn ein tileggjari til dovinskap og líkasælu.
Vitlíkið er stóri fílurin í lærarastovuni, og fílurin hevur merglop.
Tíðin at handla er nú.
Comments
Post a Comment