Ávegis móti blokkpolitikki


 Tá tú tigandi letur alt um teg ganga í ov langa tíð, skapar tú grundarlag fyri einum paradigmuskifti, ið ikki er í tráð við tað, tú sjálvur upprunaliga stóð fyri. Júst hetta er tað, sum farið er fram seinastu 10 árini í føroyskum politikki, og júst hetta er høvuðsorsøkin til tann ruðuleika, vit eru vitni til á politiska pallinum ella fyri so vítt øllum samfelagskjakinum. Sokallaði vinstravongurin, sum kanska meira er ein liberalur ella sosialliberalur vongur, hevur sjálvboðin slóðað fyri einum heilt óvanligum konservativum ráki, sum tykist hava so sterkan gróðrarbotn, at tað verður trupult at steðga. Andstøðan er uttan ávirkan, hóast harða tónalagið og hvassa orðavalið. Meiningar teirra rína ikki við yvirhøvur. Einasta loysnin er, at andstøðan, eins og samgongan longur hevur gjørt, tekur seg saman í ein treytaleysan blokk, sum heldur saman óansæð hvat. So er kanska eitt sindur av trúvirði at hóma aftur, tí nakað av handling verður handan allan retorikkin. At tað loysir seg at standa saman prógvar ABDH hvønn einasta dag. Stór og prisipiell mál fara nevniliga flúgvandi gjøgnum løgtingið sum ongantíð áður.

Seinastu gott 10 árini hevur á politiska pallinum verið leiktur ein tragikomiskur leikur, har politisk mál og mið hava verið trupul at fáa eyga á. Visjónirnar og stóru málsetningarnir, ið skulu skapa samanhang í politisku avgerðunum hava verið fráverandi. Flokkarnir hava blandað tað mesta saman í ein ellibita, og sum oftast hava tað verið Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, sum hava spælt fyrstu violin. Av og á eru hinir flokkarnir slopnir at spæla við, men sum oftast eftir treytunum hjá A og B.

Hesin politiski veruleiki hevur skapt gróðrarlíkindi fyri einum rættuliga viðgongdum ráki í konservativum hami. Hetta rakar í dag serliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, veljarar teirra og fakfelagsrørsluna sera meint. Maktarleys standa hesi í dag fyri hesum rákinum, sum tey dyggiliga sjálvi hava ruddað slóð fyri í skiftandi samgongum og virksemi annars.

Skulu vit skilja nakað av tí, sum fer fram í løtuni, er spurningurin ikki, hvat Jørgen og Kaj Leo finna uppá og hví sambandsrørslan hevur slept sosialliberala idealinum ella radikala sjálvstýrið er blivið sambandskt. Skal nakað broytast, er áhugaverdasti spurningurin hinvegin, hví tað er komið hartil, at Sambandi og Fólkaflokkurin sleppa at fremja so ekstreman og mangan púra ógrundaðan politikk út í odd og egg uttan stórvegis hóvasták. Svarini eru ikki so trupul at fáa eyga á, men finnast í hesi røð: ABC, CHE, ABC, væl stuðlað av seinnu fullveldissamgonguni, stuðulsflokkunum hjá BC og fakfelagsrørsluni. Um hesi ikki megna at fremja minstu sjálvrannsakan, fer rákið at standa við og kanska harðna.

Legitimitetur og andstøðan

Um tú sum vinfólk áhaldandi heldur bestu vinir tínar uttanfyri vinaskaran, so hvørva teir til síðst, og at enda er eingin, sum veit av, at tit einaferð vóru vinir. Tað, sum veruliga legitimerar eitt vinalag, er at standa saman í við- og mótgongd.
Hyggja vit at seinastu valskeiðunum, og hvussu verandi andstøðuflokkar hava handlað, so er ikki løgið, at summi ivast í teirra førleika at gerast verulig alternativ til sitandi samgongu.

1.      Teir hava  í skiftandi samgongum legitimerað Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, sum einastu veruligu stjórnarberandi møguleikarnar í landinum.

2.      Teirra egna CHE-samgonga smildraðist so óelegant, sum sjáldan sæð fyrr. Eitt merkverdugt eljustríð, sum eingin uttan Jóannes og Høgni munnu kenna veruliga sannleikan um, gjørdi enda á hesi samgongu, ið mong sóu sum eitt stórt og alneyðugt frambrot fyri føroyska samfelagið.

3.      Javnaðarflokkurin proklameraði í síni løgmanstíð m.a. at stættarstríðið var av, og við tunga sessinum í Albert hall bóru teir alment fram hugskotini um at skatta pensjónir við inngjald og hækka pensjónsaldurin.

4.      Tjóðveldi loftaði ABC-samgonguni í einum valári, tá hon at enda skrædnaði, hóast Tjóðveldi hevði staðið í loddrættari andstøðu til alt, ið ABC-samgongan gjørdi í eini sjey ár. Hetta legitimeraði ikki bara Kaj Leo, sum einasta veruliga løgmansevni í landinum, men gav sanniliga hinum mentalt troytta Fólkaflokkinum ein ”reinsa hendur”-møguleika í andstøðu og valstríði. Húsalánsgrunnur, makrelur fyri 80 milliónir til kinverjar og okkurt annað eru smáting í mun til hesi. Tað er sjón fyri søgn í dag.

5.      Andstøðan hevur eisini í fleiri ár á rað staðið aftan fyri fíggjarløgtingslógina, sum vanliga er samtykt í ”nattens mulm og mørke”, og har rossahandlar í fíggjarnevndini hava nátt heilt nýggjum hæddum, sum ikki eingongd mest primitivu bygdastýrini megna at liva upp til.

Grundað á m.a. hesar fimm staðfestingar er einki løgið í, at tað rekur, sum tað ger í løtuni. Tað eru og hava altíð verið sterkar konservativar høgrakreftir í føroyskum politikki, og tá hesar verða bornar á lógvum av sínum mótstøðufólkum í meira enn eitt heilt áratíggju, ja so er politiska støðan í dag ikki so løgin kortini.

Blokkpolitikkur einasti møguleiki

Í verandi støðu síggi eg bert ein møguleika at koma burturúr naggatódnini. Tað er at skipaður verður blokkpolitikkur í Føroyum. Ein konservativur blokkur og ein sosialliberalur blokkur. Soleiðis er politiski veruleikin jú í dag. Blokkarnir báðir ABDH og CEF eiga eisini at útpeika hvør sítt løgmansevni og framleggja politisku skrá sína fyri Føroya lands framtíð. Kanska átti andstøðan eisini at mannað eina skuggastjórn, so veljarin kennir veruliga alternativið.

Fyrstani tá vinna Javnaðurin og Tjóðveldi nakað av mista legitimitetinum aftur og gerast verulig stjórnarberandi alternativ til konservativa blokkin, sum tykist trívast sera væl saman í Tinganesi.

Fyrstani tá verður verulig handling sett handan harða retorikkin hjá CEF og veruligt trýst lagt á verandi samgongu og hennara leiðarar.

Fyrstani tá kunnu vit, ið fjórða hvørt ár skulu seta krossin, hava eina hóming av, hvat vit í veruleikanum atkvøða um og fyri.

Comments