Úteftir og heimaftur

Hugvekjandi at hoyra tey bæði Bergljót av Skarði og Jørleif Kúrberg í sendingini Máltíð, sum seinnapartin í gjár var um føroyskt til útlendingar.
Tey bæði Bergljót og Jørleif hava í øllum førum tríggjar felagsnevnarar. Tey undirvísa útlendingum í føroyskum, tey hava undirvíst undirritaða í enskum, og tey eru bæði framúr góðir lærarar.
Jørleif lærdi meg í Nonnuskúlanum fyrstu orðini og setningarnar á enskum. Hetta var langt áðrenn enska málið var gerandis hjá føroyskum børnum. Kreativiteturin hjá Jørleifi var og er stórur, og vandin við skeivari úttalu verður seint gloymdur, tí sum Jørleif plagdi at siga: “Tað er munur á at siga, my wife is dirty and I’m dirty too, og my wife is thirty and I’m thirty two.
Bergljót leiddi meg so víðari málsliga og inn í enskar bókmentir tey trý árini í Hoydølum. Eg gloymi ongantíð verk sum Being there og Macbeth, bólkaarbeiðið um atomroyndarspreingingar í Utah og mangt mangt annað. Í gaman og álvara.
Nú hava tey bæði so lagt á annan bógv. Frá at leiða føroyskan ungdóm út í heimin í áravís, so leiða tey nú heimin inn til okkara.
Bæði vóru fyri 25 – 35 árum síðani úrmælingar á sínum øki, og eru tað enn. Tað fekst tú eina greiða fatan av í sendingini. Sami eyðkendi stílur. Tey duga at skapa eina livandi undirvísing og góðar, ektaðar relatiónir við sínar næmingar í góðari javnvág millum tað verkliga og tað ástøðiliga. Tí er at fegnast um, at tey átaka sær at vera undangongufólk á hesum fyri Føroyar týdningarmikla øki.
Í sendingini vístu tey á fleiri góð hugskot at menna undirvísingina í føroyskum sum fremmandamál, og tey lýstu avbjóðingina sera væl. Vónandi hava fólk við atgongd til neyðugu peningaligu orkuna sitið undir hvørjum orði, tí hesi bæði vita, hvat tey tosa um.
Útlendingarnir, ið hava valt sær Føroyar sum nýtt heimland, hava nógv at geva okkum sum tjóð. Bæði mentanarliga, verkliga og menniskjaliga. Tað einasta sum krevst er, at vit geva teimum føroyska málið. So man so mangt, sum annars verður tvørligt hjá teimum og eftirkomarum teirra, fara at koma nærum av sær sjálvum.
At vit mangla undirvísingartilfar aðrastaðni í útbúgvingarverkinum er ikki ein haldgóð undanførsla, tí tað er einki nýtt. Skulu vit bíða eftir tí, so skulu vit bíða ógvuliga leingi. At brúka danska málið og frálærutilfar haðani sum ein kodda nyttar heldur einki longur, tí tey duga ikki danskt.
Her eru eingir snarvegir. Vit mugu alt fyri eitt seta tær krónurnar av, sum skulu til, so hetta virksemið kann byrja. Gera vit ikki tað, so skapa vit okkum ein størri, fløktari og dýrari trupulleika í komandi árum.
Á www.tungumalatorg.is sæst, hvussu hetta kann gerast. Eisini tá talan er um eitt lítið málsligt øki.
Hjáveiðan er, at vit veita øllum við áhuga fyri føroyskum máli eitt kærkomið amboð. Eitt nú føroyingum uppvaksnir uttanlands.
Hetta er, so segði hann, ein vinn-vinn-støða. Fyri útlendingar í Føroyum, føroyingar uttanlands og føroyavinir kring allan knøttin. Ja, fyri føroyskt og Føroyar.
So avgerðin átti at verið nokk so løtt at tikið.


Comments