Hvør biðjur fyri tí


Tað er so lætt at vera til og hugsa um sítt egna.
At ganga runt og gruna um, hvat mær man ganga best.
Hvussu kann eg fylla upp í mínar egnu rúgvu,
so eg teljist millum tey, sum hava allar mest?
 
Niðurlag:
Hvør biður fyri tí, sum eingin biður fyri?
Hvør síggja man til tann, sum eingin hevur sæð?
Hvar kann eg fáa mót at biðja fyri øllum?
Eg byrja kann við bønini várharra sjálvur bað.
 
Tá lívsins stormar leika í, ger rúgvan lítla nyttu.
Í fjøldini tú melur runt so púra einsamøll.
Hugsa tí at eingin, eingin eina her má sita.
Minn teg bert á boðini, at næstar eru øll.



Comments