Tá orðini flyta okkum

Í vikuni fekk Vónbjørt Vang bókmentavirðisløn Norðurlandsráðsins. Hetta er hin størsta viðurkenningin av føroyskum fagurbókmentum í fýra áratíggju og millum tær størstu yvirhøvur. Vit hava eisini frætt um árligu M. A. Jacobsens virðislønirnar og sæð fleiri nýggj og áhugaverd verk, bæði frá royndum og nýggjum høvundum. Vika 44 hevur verið ein meginvika fyri føroyskar fagurbókmentir.

At ein føroyskur rithøvundur fær hesa serstøku virðislønina hevur ómetaliga stóran týdning. Tað prógvar, at vit duga, og at føroyskar bókmentir hava dýpd og listarligt virði. Tað gevur vón og árræði hjá øðrum rithøvundum. Men fremst av øllum, so hava vit í Svørt orkidé fingið eitt einastandandi listaverk, sum kemur at standa sum ein varði, lýsa sum ein viti og vera fyrimynd, eins og Líkasum hevur verið í 40 ár.

Fagurbókmentir eru eitt av sterkastu amboðum menniskjans at seta orð á og fata tilveruna. Tær kunnu flyta okkum úr eini tíð í aðra og úr einum rúmi í annað. Tær vísa okkum heimin gjøgnum onnur eygu og geva okkum eina djúpari fatan av okkum sjálvum og øðrum. Bókmentir kunnu kanska ikki broyta veruleikan her og nú, men tær kunnu broyta okkara fatanir av honum, og tað er fyrsta stigið til veruligar broytingar.

Tá vit lesa, liva vit okkum inn í onnur menniskju, teirra hugsanir, kenslur og teirra val. Vit fáa høvi at endurskoða okkara fatanir og skilja okkum sjálvi og onnur betur. Soleiðis menna bókmentir okkara empati, sum er eitt av týdningarmestu amboðunum í einum samfelagi, sum vil vera bæði rættvíst og menniskjaligt.

Bókmentir hava estetiskt virði. Tær læra okkum at síggja og brúka vakurleikan í okkara máli. Bæði í orðunum, myndunum og ljóðunum, sum skapa málsliga universið. Tær minna okkum á, at mál ikki bara er eitt samskiftisamboð, men eisini eitt listarligt amboð, ið skapar meining, rørslu og hugflog.

Bókmentir eru eitt savn av mentanarligum minni. Tær goyma søgur, siðir og hugsanir, sum annars kundu verið horvnar. Gjøgnum bókmentir gerast vit ein partur av einum longum menniskjasøguligum høpi. Einum høpi, har røddir úr fortíðini áhaldandi tosa við okkum og skapa nýggj hugasambond.

Bókmentir upplýsa, skapa rørslu og loypa hvøkk á okkum. Tær kunnu vera mótstøða móti valdi, men eisini eitt ‘helle’ hjá tí einstaka. Og hóast tær einki beinleiðis vald hava, so fáa tær okkum at síggja, hví og hvussu vit kunnu broyta okkum sjálvi og okkara samfelag.

Fagurbókmentir finnast tíbetur í alskyns formum og brigdum. Til stór og smá, leik og lærd, lesivand og óvand. Eingin verður settur eftir.

Norðurlendska bókmentavirðislønin er meira enn ein heiður. Tað er ein áminning um týdningin av bókmentum. Eisini í Føroyum. Tí orðini flyta okkum. Tey menna okkara fatanarevni, okkara empati, mál og samfelag.

Til lukku við virðislønini, Vónbjørt, og alt tað besta víðari á rithøvundaleið tínari.

Á heiðurstiltaki í býráðshúsinum í Norðragøtu, ið Eysturkommuna skipaði fyri, hugleiddi Paula Gaard um verkið Svørt orkidé, Hanna Jensen hevði samrøðu við Vónbjørt, sum eisini las úr yrkingasavninum. Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, bjóðaði vælkomin og bjóðaði vegna kommununa til ein drekkamunn aftaná. 

Comments