Skip to main content

Mál á Paname


Tað er ikki hvønn dag, at Páll fær røtur, ljóðar eitt orðatak. Men tað fekk hann so týskvøldið, tí í søguliga umhvørvinum á Café Paname og í Gamla bókhandli blivu tvær bøkur um føroyska málið lagdar fram. Føroysk purisma eftir Jógvan í Lon Jacobsen og Útlitini fyri einum málskifti eftir Rakul Skaale Andreasen. Tað er Fróðskapur, sum stendur fyri báðum útgávunum.

Jógvan, sum starvast sum professari í málvísindi á Fróðskaparsetrinum, viðger purismu og serstakliga føroyska purismu, sum er málhugsjónin, ið søguliga hevur verið ráðandi í føroyskum málpolitikki. Júst tí er bókin Føroysk purisma sera viðkomandi og ein fongur fyri øll, ið ynskja at skilja málsligu menningina, sum hevur verið í Føroyum, og sjálvt málkjakið, sum stundum er hvast, heldur bonskt og óneuanserað.

Rakul, ið nýliga bleiv liðug sum master í føroyskum, viðger í síni bók útlitini fyri, at føroyskt má lúta fyri enskum. Niðurstøða hennara byggir á kanningar millum føroyskan ungdóm. Spurningurin um hugburð til føroyskt og málskifti er sera viðkomandi í dagsins samfelagi, og kanningarhátturin og úrslitini hjá Rakul áhugaverd. Vónandi kann hennara ritgerð og bókin slóða fyri, at líknandi kanningar eisini av yngri málbólkum gerast meira regluligar, so vit kunnu fylgja gongdini neyvari, hóast eingin stórvegis vandi tykist vera her og nú.


Við bókunum hevur rúgvan av føroyskum málbókmentum fingið eitt munagott, viðkomandi og tíðarhóskandi íkast, ið uttan iva verður vitanini um okkara mál, menningini av tí og hugburðinum til tað at gagni.

Til lukku við útgávunum Jógvan og Rakul.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...