Skip to main content

Ein væleydnað debut

Fyri sløkum ári síðan kom út fyrsta skaldsøgan eftir Jón Thorsteinsson. Skaldsøgan nevnist Tám, og talan er um eina áhugaverda og væleydnaða debut, sum eg vóni hevur givið høvundanum hug at skriva fleiri. Áður hevur Jón skrivað stuttsøgusøvnini Søgur úr býnum og Hult og dult við áhugaverdum og góðum stuttsøgum.

Skaldsøgan er søgan um Bartal og Anju, sum  finna saman. Vit fylgja tveimum paralellum søgugongdum, og skapa hesar spenningin í søguni. Bygnaðurin er greiður, og sum lesari villist tú ongantíð. 

Bókin Tám er ein realistisk samtíðarskaldsøga, sum fer fram í Tórshavn. Temað er trúfesti og fals millum vinir, millum ættarlið, millum kyn og millum samfelag og einstakling. Skaldsøgan lýsir og viðger nútíðarrák í føroyska samfelagnum. Bústaðartrupulleikin, rúsevnishandil, politiskt spinn, útlendsk arbeiðsmegi, hjúnarskilnaður, mentanarmunir og støðan sum einligur forsyrgjari eru millum evnini.

Høvuðsleikararnir liva eitt vanligt lív í høvuðsstaðnum, og í teirra gerandisdag eru øll hesi evnini flættað saman. Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, men Jón megnar hetta á ein flótandi og ótilgjørdan hátt.

Málsliga hevur Jón eitt lættan og livandi penn, sum hóskar væl til eina slíka skaldsøgu. Ein greiður bygnaður, eitt lætt mál í eini realistiskari samtíðarsøgu er ein góð samanrenning.

Vansin við at skriva so realistiskt og tíðarbundið, sum Jón ger, er kanska, at bókin um nøkur ár er óaktuel og gloymd. Tó verður temað ‘trúfesti og fals’ altíð viðkomandi, og ein samtíðarskaldsøga sum hendan kann siga okkum frá dagsins samfelag úr sjónarhornum, sum tíðindi, dokumentarar, politiskt kjak o.s.fr. ongantíð fara at megna. Tí er júst slíkur skaldskapur eisini týdningarmikil í føroysku bókarúgvuni.

Fyri lesaran, ið gjarna vil lesa eina veruleikakenda lættlisna føroyska nútíðarskaldsøgu, er Tám ein fín og kærkomin skaldsøga.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenningsskaldsøgu   úr enda

Ódnartøk í Kongshøll

Fyrr í dag var úrslitið av verkætlanini Ravnur lagt fram, og úrslitið er einastandandi. Hetta er ein sonn stórhending í føroyskari málmenning. Eftir tiltakið var boðið til ein lættari bita, og øll tóktust samd um úrslitið av verkætlanini, og at nú er at liggja á takinum og taka næsta stigið, og skipa føroyska máltøkni í eina eind ella samstarv, ið er áhaldandi og varandi. Eldsálin handan hetta frambrotið eins og frambrotið við føroysku taldutaluni í síni tíð, leiðarin á Sjóndeplinum, Karin Kass, beyð vælkomin, áðrenn landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, fekk orðið. Hann legði ikki fingrarnar í millum, tá hann umrøddi týdningin av málmenning okkara og máltøkni. Um stig nú verða tikin í Mentamálaráðnum til víðari menning ella ikki, nevndi hann tó einki ítøkiligt um. Eftir Jenis var sjálv framløgan av verkætlanini. Fyrstur var Peter Juel Henrichsen, verkætlanarleiðari, ið greiddi frá alment um talukennarar og tilgongdina í hesi verkætlanini. Peter Juel er útbúgvin innan bæð