Skip to main content

Lykkenborg


Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård.

Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin.

Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg. Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í Miðvági, kenni eg meg munandi meira vitandi um øll hesi viðurskiftini. Hetta eru viðurskifti, ið vit øll hava gott av at verða ámint um og vita nakað um. Eisini í 2022, tí fólk, ið hugsa øðrvísi enn fjøldin, liva eisini á okkara døgum. Tíbetur.

Søgan um Pól Jóhannus er eitt framúr val at pallseta. Hon er føroysk, hon er serstøk, og hon er verulig. Men samstundis hevur hon passaliga søguliga fjarstøðu, so hon kann standa sterk og sjálvstøðug. At leggja dentin á búningarárini frá 13 til umleið 20 er genialt. Freistingin at leggja dent á barnaárini og kanska serliga árini, tá Lykkenborg bleiv bygd, hevur ivaleyst verið stór. Við júst at minimera søgugongdina til hesi umleið 7 árini, megnar leikurin at skapa nakað heilt serstakt og inniligt. Vit sleppa í dýpdina, og úr henni fær áskoðarin nógv gott tilfar til at byggja sína egnu verð og sína egnu Lykkenborg.

Í leikskránni sigur høvuðsleikarnin 
Kristina Sørensen OugaardHvat hevði verðin ikki verið fátøk og keðilig uttan tað skeiva, óperfekta, litfagra, øðrvísi, tilvildarliga og allar teir fløkjasligu hurlivasarnar - sum vit øll jú eru! og samstundis verður eysturríski arkitekturin Friedensreich Hundertwasser siteraður fyri "The straight line leads to the downfall of humanity."

Takk til fólkini handan Die Ferösche Compagnie, takk Kristina, Búi og Dánjal fyri hesa stóru og inniligu sjónleikauppliving og áminning.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?