Í føðingardegi á Landsbókasavninum







Í dag eru 125 ár síðan Heðin Brú ella Hans Jacob Jacobsen varð føddur í Skálavík. Í okkara lutfalsliga stuttu bókmentasøgu man neyvan nakar einstaklingur hava havt so stóran týdning sum hann. Í ritverki hansara eru føroyskir klassikarar, bæði stuttsøgur og skaldsøgur, sum vit framvegis eiga at lesa, tí klassikarar hava tað til felags, at teir altíð kunnu endurlesast og tola væl endurtulking við dagsins brillum. Eisini teir føroysku.

Náttúrufatan, tolsemi, fjølbroytni, samhaldsfesti og framburður eru millum virðini, sum vit stremba eftir og stíðast við í dag, og hesi síggjast øll aftur í verkunum eftir Heðin Brú. Gjøgnum sínar frálíku umhvørvis-, samfelags- og persónslýsingar fær hann við fynd, skemti og álvara birt lív í og skapt eina djypri fatan av hesum mangan fløktu spurningum.
At lesa Heðin er eisini ein rík málslig ferð. Bæði aftur í tíð, sum sjálvandi kann gera tekstirnar krevjandi viðhvørt, men hetta er sanniliga eisini ein ferð út í spennandi krókar í føroyska málinum. Tekstir hansara vísa okkum nevniliga møguleikarnar og ríkidømið í okkara móðurmáli.
125 ára haldið er eitt frálíkt høvi at kanna sær onkran av skaldsligu gloypibitum hansara. Skaldsøgur, stuttsøgur, leikrit, yrkingar og umsetingar. Her er nokk at velja í.
Tú kundi byrjað á Landsbókasavninum, haðani myndirnar eru. Har hava tey sett upp eina forkunnuga framsýning við úrvali av brøvum, handritum og lummabókum hansara.
Eg helt, at eg skuldi fara at skoða framsýningina á sjálvum degnum 17. august, tí so hevur man líkasum verið í føðingardegi. Eina løtu var eg einsamallur í føðingardegi, men mín sann um ikki føroysktlærarin og mín fyrrverandi starvsfelagi, Steingrím Abrahamssen, eisini var har. Tað gjørdi ikki lítla føðingardagshaldið verri. Tvørturímóti.
Vit vóru samdir um, at Heðin mugu øll royna at lesa, og framsýningina áttu allir miðnámsskúlanæmingar at sæð saman við teirra føroysktlærara.


Comments