Skip to main content

Posts

Showing posts from 2015

Úteftir og heimaftur

Hugvekjandi at hoyra tey bæði Bergljót av Skarði og Jørleif Kúrberg í sendingini Máltíð, sum seinnapartin í gjár var um føroyskt til útlendingar. Tey bæði Bergljót og Jørleif hava í øllum førum tríggjar felagsnevnarar. Tey undirvísa útlendingum í føroyskum, tey hava undirvíst undirritaða í enskum, og tey eru bæði framúr góðir lærarar. Jørleif lærdi meg í Nonnuskúlanum fyrstu orðini og setningarnar á enskum. Hetta var langt áðrenn enska málið var gerandis hjá føroyskum børnum. Kreativiteturin hjá Jørleifi var og er stórur, og vandin við skeivari úttalu verður seint gloymdur, tí sum Jørleif plagdi at siga: “Tað er munur á at siga, my wife is dirty and I’m dirty too, og my wife is thirty and I’m thirty two . Bergljót leiddi meg so víðari málsliga og inn í enskar bókmentir tey trý árini í Hoydølum. Eg gloymi ongantíð verk sum Being there og Macbeth, bólkaarbeiðið um atomroyndarspreingingar í Utah og mangt mangt annað. Í gaman og álvara. Nú hava tey bæði so lagt á annan bógv. Frá