Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2013

Tómir katedralar hótta

Kronikk í Dimmalætting: Tómir katedralar hótta Skúlabygging hevur støðugt verið á breddanum seinastu áratíggjuni. Mest hevur verið tosað um skúlan í Hoydølum, sum hevur livað undir vánaligum korum í eitt mannaminni. Tekniski Skúli í Tórshavn hevur eisini staðið ovarlaga, uttan tó nakrantíð at hava fingið sømiliga viðferð. Og hvør minnist ikki eljustríðið um Studentaskúlan í Eysturoynni á sinni og so déja vu’ið í Suðuroynni, tá Eidesgaard og Strømmurin brádliga fluttu Studentaskúlan úr Vági í evstu løtu. Jú, søgurnar eru mangar og ikki altíð so tespiligar. Tær fylla eisini nógv, men eru tó bara søgur um bygningar, betong, prestigu og lokalpolitikk. Nøktandi høli til almennar skúlar og arbeiðspláss eiga í 2013 at vera ein sjálvfylgja. Hetta hevur sum so einki við útbúgvingarpolitikk, skúlaskap, lærdóm og framtíðarvisjónir at gera. Skúlapolitikkur er nevniliga eingin, og vandi er fyri, at okkara stásiligu bygdu sum óbygdu skúlakatedralar fara at standa tómir fyri nýhu

Ávegis móti blokkpolitikki

  Tá tú tigandi letur alt um teg ganga í ov langa tíð, skapar tú grundarlag fyri einum paradigmuskifti, ið ikki er í tráð við tað , tú sjálvur upprunaliga stóð fyri. Júst hetta er tað, sum farið er fram seinastu 10 árini í føroyskum politikki, og júst hetta er høvuðsorsøkin til tann ruðuleika, vit eru vitni til á politiska pallinum ella fyri so vítt øllum samfelagskjakinum. Sokallaði vinstravongurin, sum kanska meira er ein liberalur ella sosialliberalur vongur, hevur sjálvboðin slóðað fyri einum heilt óvanligum konservativum ráki, sum tykist hava so sterkan gróðrarbotn, at tað verður trupult at steðga. Andstøðan er uttan ávirkan, hóast harða tónalagið og hvassa orðavalið. Meiningar teirra rína ikki við yvirhøvur. Einasta loysnin er, at andstøðan, eins og samgongan longur hevur gjørt, tekur seg saman í ein treytaleysan blokk, sum heldur saman óansæð hvat. So er kanska eitt sindur av trúvirði at hóma aftur, tí nakað av handling verður handan allan retorikkin. At tað loysir seg at stan