Skip to main content

Posts

Showing posts from 2021

Mál á Paname

Tað er ikki hvønn dag, at Páll fær røtur, ljóðar eitt orðatak. Men tað fekk hann so týskvøldið, tí í søguliga umhvørvinum á Café Paname og í Gamla bókhandli blivu tvær bøkur um føroyska málið lagdar fram. Føroysk purisma eftir Jógvan í Lon Jacobsen og Útlitini fyri einum málskifti eftir Rakul Skaale Andreasen. Tað er Fróðskapur, sum stendur fyri báðum útgávunum. Jógvan, sum starvast sum professari í málvísindi á Fróðskaparsetrinum, viðger purismu og serstakliga føroyska purismu, sum er málhugsjónin, ið søguliga hevur verið ráðandi í føroyskum málpolitikki. Júst tí er bókin Føroysk purisma sera viðkomandi og ein fongur fyri øll, ið ynskja at skilja málsligu menningina, sum hevur verið í Føroyum, og sjálvt málkjakið, sum stundum er hvast, heldur bonskt og óneuanserað. Rakul, ið nýliga bleiv liðug sum master í føroyskum, viðger í síni bók útlitini fyri, at føroyskt má lúta fyri enskum. Niðurstøða hennara byggir á kanningar millum føroyskan ungdóm. Spurningurin um hugburð til føroys

Guðrun Gaard: Rasmus á Háskúlanum

Júst í dag eru 150 ár síðan Rasmus Rasmussen varð føddur við Kirkjar í Miðvági. Hann var borin til garðin Norðuri í Stovu, men lív hansara lagaði seg øðrvísi, og Rasmus bleiv í staðin ein av slóðbrótarunum í føroyskum mentanar- og samfelagslívi. Í bókini Rasmus á Háskúlanum, sum kom út á Ólavsøku, hevur Guðrun Gaard savnað mangt og hvat forvitnisligt og lagt tað fram á ein lættan og áhugaverdan hátt.  Ævisøgurnar blíva alsamt fleiri í føroysku bókarúgvuni, og tað er at gleðast um. Okkara felags søga og menning er týdningarmikil at kenna og hava virðing fyri, tí einki kemur av ongum, og at fortelja søguna gjøgnum lívið hjá fólki, ið onkursvegna hava skarað framúr og flutt okkara land fram á leið er forkunnugt og spennandi. Øll ættarlið hava síni stríð, og bara eftirtíðin kann meta um úrslitið. Søgan um Rasmus á Háskúlanum er ein framúr góð søga um ein mann, sum tók á seg so mangt stríðið. Bæði privat, hugsjónarliga og yrkisliga. Hann upplivdi at missa trý børn og konuna; hann valdi Há

Hans Andrias I og II - Ein fongur

Hanus Kamban hevur við bókaverkinum um Hans Andrias givið okkum søguna um ein ógvuliga fjøltáttaðan og virknan merkismann, sum fekk so ómetaliga stóran týdning fyri føroysku tjóðarbyggingina. Í verkinum megnar høvundurin at skapa eina samanrenning millum Hans Andrias og umhvørvið, sum hann livdi í. Ein samanrenning, ið ger tað ómakaleyst hjá lesaranum at fata, hvørjum konteksti hendingarnar fara fram í, hugsanir verða kveiktar í og tekstir verða skaptir í. Eins og við bókaverkinum um Janus so er talan um ein fong av teimum stóru. Bókmentaliga fevnir Hans Andrias sera víða, og mongdin er ovurhonds stór, men eisini svingandi í dygd. Tí hevur Hanus sett sær eina sera trupla uppgávu fyri, tá hann skal skriva eina bókmentaliga ævisøgu um mannin. Tó megnar hann væl at draga samanum tey týdningarmestu verkini og kritiskt fyrihalda seg til ritverkið og seta tað inn í kontekstin, tað er skapt í. Stundum fara vit tó rættiliga langt burtur frá tí bókmentaliga. Kanska lutvíst tí at søgan um persón

At trupla B36 – eitt nýtt sagnorð

Í seinastuni havi eg nakrar ferðir hoyrt ítróttafrásøgufólk brúka sagnorðið ‘at trupla’. M.a. í dag í dystinum millum B36 og Víking á R2, har ið ‘Víkingur ikki megnaði at trupla B36 nevnivert í fyrra hálvleiki.’ Hetta nýggja sagnorðið tykist hava vunnið sær pláss í føroyskum og kanska serliga føroyskum ítróttamáli. Merkingin kann líkjast ‘at órógva’ og tó eitt sindur breiðari og ikki so ítøkilig í mun til einstakar hendingar. “At trupla” merkir út frá nýtsluni tað sama sum ‘at skapa trupulleikar.’ Hetta er dømi um livandi mál, ið sjálvandi er ávirkað av enska sagnorðinum ‘to trouble’, ið javnan er at hoyra í enskum ítróttafrásagnum, men eisini føroyska navnorðinum 'trupulleiki' og lýsingarorðinum 'trupul.' Harvið hevur tað lætt við at finna eina smidliga leið inn í føroyskt. Bæði málsliga og merkingarliga. Spennandi verður at fylgja lagnuni hjá hesum nýggja sagnorðinum. Kanska doyr tað bara burtur aftur ella kanska vinnur tað fótafesti og verður við til at ríka fjølbro