Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2022

39.067 bótarmolar

Eitt valstríð er um at enda. Eitt valstríð, sum á mangan hátt hevur verið øðrvísi enn onnur, ið eg kann minnast. Ein fjølbroytt súpan er um at verða liðug og skal bara kókast upp í kvøld. Ein súpan, sum fer at smakka bæði søt, súr, beist, fesk og fermenterað. Kanska heldur tunn og løtt í kvøld, men tað er einki nýtt. Veruliga tyngdin og fyllan plagar ikki at koma í fyrr enn aftan á valdagin, tá tingmanningarnar, vit hava valt, sessast við fundarborðið at smíða samgongu og skriva samgonguskjal. Á tí súru síðuni í valstríðnum eru heldur stirvnu tematiseraðu valfundirnir hjá Kringvarpinum. Tað bleiv alt og einki samstundis, og vertirnir høvdu trupult við at skapa eitt innihaldsríkt orðaskifti. Ikki tí teir ikki royndu, men tí formurin ikki passaði. Skal sjónvarp og útvarp út um landið við temafundum, so má tað vera ein væl greiðari ætlan aftanfyri, og formur og innihald mugu hóska betur saman. Annars er betri fyri lurtarar og hyggjarar at hava fundin á tryggari grund í eini útvarpsstovu