Skip to main content

Posts

Showing posts from 2013

Public service ella public chaos

Kronikk í Dimmalætting: Public service ella public chaos May 7, 2013 at 9:41 AM Í einum upplýstum og framkomnumsamfelag er óheftur, kritiskur og konstruktivur journalistikkur avgerandifortreyt fyri fólkaræðisligum kjaki og samfelagsligum og mentanarligumframburði. Hesa tænastu kann bara politiski viljin tryggja umvegis ein virknanog tíðarhóskandi miðlapolitikk. Niðurraðfestingin av Kringvarpi Føroya seinastumongu árini er tíverri eitt tekin um, at politiski viljin í Føroyum er júst tannøvugti. Samanklamsingin av Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya hevur víst seg atvera tekin um sama vilja, og tannleysa skráin og tíðindini og alsamt vaksandikommersialiseringin av Kringvarpinum, sum vit í hesum døgum eru vitni til, erusjálvt úrslitið. Miðlapolitikkur er eingin, og privatu miðlarnir, ið eisinivilja góðan, kritiskan og konstruktivan journalistikk reka fyri vág og vind.Soleiðis tykist støðan, og tað gongur við rúkandi ferð skeiva vegin. Í so mátaer tað, tú sáar, framvegis tað, tú

Avhending kann spjaða

Kronikk í Dimmalætting: Avhending kann spjaða April 19, 2013 at 6:36 PM At leggja øki frá landinum tilkommunurnar at umsita er eingin loysn í sjálvum sær. Sum oftast gerstkostnaðurin fleirfaldaður, tí upptakið er so stórt. Útreiðslurnar tilfyrisiting vaksa, og skatturin hjá føroyingum blívur enn flatari ogtænastustøðið ójavnari, alt eftir um tú ert partur av eini ríkari ella fátækarikommunu. Óumhugsað avhending av landsuppgávum til kommunurnar fer í longdini atspjaða heldur enn at savna okkara frammanundan lítla samfelag. Er hetta eittvælferðar- og framtíðarsamfelag vit ynskja okkum, og hava vit umrøttvandamálini nóg væl? Eg ivist. Viljavit hava barnaansing, eldrarøkt, skúlar, sløkkilið, barnavernd o.s.fr., muguvit so ella so gjalda fyri tað. Vit kunnu gera tað gjøgnum ein púra flatankommunuskatt, ein nokk so flatan landsskatt ella umvegis brúkaragjøld. Ellakanska eina kombinatión av hesum. Barnaansingin er dømi um eina samantvinningav brúkaragjaldi og kommunuskatti. Skúli

Tómir katedralar hótta

Kronikk í Dimmalætting: Tómir katedralar hótta Skúlabygging hevur støðugt verið á breddanum seinastu áratíggjuni. Mest hevur verið tosað um skúlan í Hoydølum, sum hevur livað undir vánaligum korum í eitt mannaminni. Tekniski Skúli í Tórshavn hevur eisini staðið ovarlaga, uttan tó nakrantíð at hava fingið sømiliga viðferð. Og hvør minnist ikki eljustríðið um Studentaskúlan í Eysturoynni á sinni og so déja vu’ið í Suðuroynni, tá Eidesgaard og Strømmurin brádliga fluttu Studentaskúlan úr Vági í evstu løtu. Jú, søgurnar eru mangar og ikki altíð so tespiligar. Tær fylla eisini nógv, men eru tó bara søgur um bygningar, betong, prestigu og lokalpolitikk. Nøktandi høli til almennar skúlar og arbeiðspláss eiga í 2013 at vera ein sjálvfylgja. Hetta hevur sum so einki við útbúgvingarpolitikk, skúlaskap, lærdóm og framtíðarvisjónir at gera. Skúlapolitikkur er nevniliga eingin, og vandi er fyri, at okkara stásiligu bygdu sum óbygdu skúlakatedralar fara at standa tómir fyri nýhu

Ávegis móti blokkpolitikki

  Tá tú tigandi letur alt um teg ganga í ov langa tíð, skapar tú grundarlag fyri einum paradigmuskifti, ið ikki er í tráð við tað , tú sjálvur upprunaliga stóð fyri. Júst hetta er tað, sum farið er fram seinastu 10 árini í føroyskum politikki, og júst hetta er høvuðsorsøkin til tann ruðuleika, vit eru vitni til á politiska pallinum ella fyri so vítt øllum samfelagskjakinum. Sokallaði vinstravongurin, sum kanska meira er ein liberalur ella sosialliberalur vongur, hevur sjálvboðin slóðað fyri einum heilt óvanligum konservativum ráki, sum tykist hava so sterkan gróðrarbotn, at tað verður trupult at steðga. Andstøðan er uttan ávirkan, hóast harða tónalagið og hvassa orðavalið. Meiningar teirra rína ikki við yvirhøvur. Einasta loysnin er, at andstøðan, eins og samgongan longur hevur gjørt, tekur seg saman í ein treytaleysan blokk, sum heldur saman óansæð hvat. So er kanska eitt sindur av trúvirði at hóma aftur, tí nakað av handling verður handan allan retorikkin. At tað loysir seg at stan

Vit vita at vit gita

Vit vita at vit gita Føroyskur politikkur flytur seg við alsamt hægri ferð burtur frá tí vit vanliga skilja við skynsaman politikk og politiskar spælireglur. Fólkavald og teirra flokkar eru ikki før fyri at gera skilagóðar, vælumhugsaðar og varandi semjur, og tá tær so loksins eru í ljósmála, megna hesi uttan undantak at leypa frá í seinastu løtu. Maktin og harav fylgjandi girndin verður sett fram um alt og politikkurin og visjónirnar á niðastu røkurnar. Nær borgarin, ið sett hevur hesa fjøld í starv, verður kunnaður um grundgevingar og orsøkir er fullkomiliga undirskipað. Hendan gongdin í politikkinum hevur seinnu árini havt við sær, at tað gerst alsamt meira óneyðugt at grunda sínar støðutakanir, og hesin skaðiligi hugburður seyrar so við og við niður gjøgnum almennu fyrisitingina og út í samfelagið alt. Í skúlanum læra vit at grundgeva sakliga við álítandi keldum. Betur tú megnar hetta, hægri verður karakterurin. Í føroyskum politikki er júst øvugt. Tað er blivin

Breiðari viðgerð neyðug

Kronikk 1. februar 2012 í Dimmalætting: Posamatur er ódrúgvur, verður sagt. At líta á, at onnur skulu fylla posan við mati, so hvørt tú gerst svangur, kann gerast stokkutur hiti, og neyvan munnu tey fara at koyra meir og meir í posan, so hvørt sum mátturin og megin minkar hjá tí, sum posanum heldur. At sita afturá í lenistólinum og síggja peningin rapla niður í landskassan kann gerast ódrúgt og kenslan av, at peningurin er avmarkaður og ikki kemur av sær sjálvum, hvørvur so líðandi. Hetta er ein royndur lutur í so mongum av lívsins viðurskiftum. Kjakið seinastu tíðina minnir meg um hetta. Tónin tykist vera, at bert vit fáa útlendskar milliónir fluttar á bók via eitt nú uppboðssølu av havsins tilfeingi, so er landið væl bjargað. Makrelkjakið og kjakið um uppboðssølu av fiskiloyvum og kvotum tykist byggja á eina ov einfalda mynd av veruleikanum, og tíverri eru tað millum fremstu búskaparfrøðingar, journalistar og politikarar okkara, ið kasta brenni á bálið, heldur enn at lýsa málið í e