Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2004

Móðurmálslærugreinin má skipast

Grein um frálæru og frálærutilfar, sum fyrstu ferð var prentað í Dimmalætting 5. mars 2004, men framvegis er líka viðkomandi. Eingin fer nakrantíð at tilevna undirvísingartilfar og námsfrøðiligar vegleiðingar fyri okkum, og eingin annar fer nakrantíð at útbúgva lærarar at undirvísa í okkara móðurmáli Um vit skulu vænta betri frálæru í móðurmálinum, er avgerandi neyðugt, at sjøtul verður settur á eitt meira grundleggjandi og samanhangandi arbeiði í tilrættarleggingini av okkara móðurmálslærugrein. Mítt uppskot er, at eitt móðurmálsráð verður sett á stovn, sum hevur til endamáls at skipa lærugreinina. Okkara kæra ð og okkara kæra rættskriving eru aftur á breddanum í kjakinum um føroyska málið og frálæruna í móðurmálslærugreinini. Ymiskar hugsanir hava verið havdar á lofti. Onkur heldur, at skriftmálið eigur at broytast, um føroyingar skulu læra at skriva føroyskt betur og rættari, meðan onkur heldur, at best er at halda fast við tað, sum er. Eftir mínum tykki nerta hesi sjónarmið n