Skip to main content

Posts

Showing posts from 2018

Hedda í Gøtu

Eg eri bergtikin av leikinum ‘Hedda Gabler’, sum sjónleikarbólkurin í Losjuni í Gøtu framførir í hesum døgum. Í javnvág, einfalt og beinrakið.  Ein megnarverk, ið leikstjórin Búi Dam saman við leikarum og hjálparfólki hevur sett upp í stásiliga býráðshúsinum í Norðragøtu. Hugflogið er sloppið flog, og kitlað er fyri smálutunum, ið ikki eru so fái. Serliga tá man hevur sett sær fyri, at seta leik upp í einum býráðshúsi og umhvørvinum har. Djarvt, nærlagt og genialt.  Takk øll tit, sum vóru á pallinum og handan pallin. Framúr. Stórt rós og takk til Losjuna Glotti og Búa Dam.

Frá Siri til Hammershaimb - Ein heilsan til nývalda málráðið á fyrsta skúladegi 2018

Føroysk lesi- og skriviveik hava als ikki somu amboð, sum okkara grannar hava. Føroysk barnagarðsbørn eru farin at spæla meira og minni á enskum saman, og føroyskur ungdómur møtir í alsamt minni mun sínum egna móðurmáli í virki sínum. Føroyska málið fer at fáa risastórar avbjóðingar, um vit ikki taka talgildu samskiftieksplotiónina í størri ávara. Ja helst tær størstu síðan Hammershaimb og Dr. Jakobsen vóru uppi á døgum. Vit kunnu velja at stinga høvdið í sandin og lata føroyska málið spakuliga blíva nakað eksklusivt og síðani hvørva, ella vit kunnu gera nakað við tað og skapa eitt móðurmál fyri øll. Á frálíkari ráðstevnu um orðblindni herfyri var sjón fyri søgn, at føroyingar ikki hava atgongd til sítt móðurmál á jøvnum føti við onnur. Serliga eru tað møguleikarnir at flyta talu til tekst, sum vóru hugtakandi. Hesin møguleiki, sum í dag finst á øllum okkara grannamálum, fer at kollvelta atgongdina til málið, serstakliga skriftmálið. Við Facebook, SMS, Twitter, telduposti, ja all

Hvar er rás? Røða á fólkafundi á Skarðinum august 2018

Gott fundarfólk og góðu fyriskiparar av fólkafundinum á Skarðinum. Takk fyri heiðurin at sleppa at flyta fram nøkur orð her í dag. Hendan fagra augustdag, ið neyvan kundi verið nógv betur valdur, hóast Víkingur spælir júst nú. Vit hava í dag vunnið niðan á Skarðið. Um eina løtu, tá hendan løtan er liðug, fer onkur víðari niðaná, og onkur fer til húsa aftur. Kanska onkur tekur túrin til Hellurnar, og onkur steðgar á eina løtu. Vit hava øll okkara egnu ferð og leið. Stundum einsamøll og stundum í felag. Hvar er rás? Spyr Regin Dahl í eini av yrkingum sínum. Hvar er rásin um reynið? Eitt reyn, tað kundi eisini verið eitt skarð, boðar frá, at okkurt er hesumegin og okkurt er hinumegin. Spurningurin er, hvar er rásin um reynið? Hvar er rásin frá tí kenda, tí vanliga, tí vit trívast í ella kanska als ikki trívast í og til nakað annað. Nakað nýtt? Sum menniskja og sum samfelag eru vit áhaldandi leitandi eftir hesi rás. Eg viltist í dalinum longu, og hvørja ferð eg vil til gongu, E

Syng, syng, syng

Takk fyri Kórfestivalin 2018. Eitt frálíkt tiltak, sum vísti fjølbroytni og dygdirnar í føroyskum kórsangi. Til lukku Tarira, Kamarkórið og Gøtu kirkju ungdómskór við virðislønunum, og sjálvandi eitt stórt til lukku við herðaklappinum  Ólavur Hátún . Fyri meg persónliga var tað serligt og rørandi at uppliva Miðnámskórið á Kambsdali undir leiðslu av Eyðuni á  Lakjuni  og  Randi Hansen  framføra á pallinum í Norðurlandahúsinum fyri fyrstu ferð. Kórsangur er felagsskapur, kórsangur skapar gleði, kórsangur gevur kenslunum rúmd, kórsangur fremur hugsavnan, kórsangur er mentanarligt dannilsi í breiðastu merking. Jú í kórsanginum finna vit nógvar av teimum eginleikum, ið menniskja til eina og hvørja tíð fer at hava tørv á. So eg sigi bara. Syng, syng, syng  😉  — í  The Nordic House in the Faroe Islands .