Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2020

Dreymur um Kampus Kambsdal

Fyri 40 árum síðani løgdu tríggjar framskygdar kommunur lunnar undir eitt samstarv, sum tær tá sóu stórar møguleikar í. Ein framkomin ítróttarhøll bleiv bygd í opna og víða dalinum miðskeiðis millum bygdirnar. Seinni í áttatiárunum sóu onnur eisini hesar møguleikar. Í 1990 lat nútímans handilsskúli dyrnar upp og trý ár seinni studentaskúli. Samstundis var bústaðarbyggingin farin at taka dyk á seg, og tað fjølgaðist á vinnuøkinum. Til gagns fyri bý og land eru vinna, vitan og fólk sprottin í 40 ár.  Vit kunnu bert ásanna at hesi átøk hava verið rík og munagóð. Fyri Fuglafjørð, fyri grannabygdir, fyri Eysturoynna og Norðoyggjar; ja fyri landið alt. Men Kambsdalur hevur meira. Har er bert ein lítil partur av góða byggilendinum brúkt, samstundis sum ferðsluútbyggingarnar kring okkum allar peika á hetta lendið og hendan dalin, sum eitt framtíðar kampus fyri vitanarmenning í breiðastu merking. Hyggja vit út í heim, so síggja vit vakstrarøki nærhendis stórbýum, men alíkavæl uttanfyri. Í sonev