Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2010

Nýggj skúlatilboð avgerandi

Grein prentað í blaðnum "Eftirskúlin" á sumri 2010. Vit hava ikki ráð at liva í fortíðini og framtíðini samstundis. Hvørki tá ræður um fígging ella førleikamenning. Tað er alneyðugt í einum nútíðar samfelag at gera upp við gamlar, stirvnaðar og kostnaðarmiklar skúlaloysnir og heldur brúka peningin til nýggjar, spennandi og framsóknar ætlanir. Verkætlanir, ið veruliga kunnu taka kappingina á altjóða skúlamarknaðinum upp og flyta føroyskan skúlaskap inn í framtíðina. Størri skúlaeindir, føroyskur eftirskúli, miðnámsskúladeplar, menning av sertilboðum til orðblind, arferðartrupul og úrmælingar. Boðini eru mong, og hava tey verið tað í nógv harrans ár, men nostalgi og politiskt avgerðarloysi eru størsta forðingin. Tey gerast bara yngri og yngri, ið leita sær uttanlands í útbúgvingarørindum. Tey fáa eitt leysari og leysari samband við føðilandið og eina ímynd av einum landi, har alt stendur í stað. Ikki serliga hugaligt at byggja framtíðina á. Tað er alneyðugt at taka kappingi