Skip to main content

Posts

Showing posts from 2017

Ein skilagóð raðfesting

Ein sera skilagóð raðfesting av landsstýrinum, sum vónandi fer at síggjast aftur í spennandi átøkum og eini menning av almenna tilvitinum um týdningin av málmenning hjá børnum. Skermunum sleppa vit neyvan undan, hóast vit sum fragast royna at finna eina skilagóða javnvág í nýtsluna. So eitt 'need to have' er tilfar til skermarnar á føroyskum. Og tað ber væl til. Heima við hús hava vit spent fylgt við jólakalendaranum í sjónvarpinum t.d.. Hví? Jú tí hann var gott sjónvarp og v ar á føroyskum. Børn elska sítt móðurmál, og tað er okkara uppgáva at geva teimum tað. Við ítøkiligari handling. Her vísti Kringvarpið sínar førleikar og sína styrki. Men eisini er neyðugt miðvíst at styrkja almennu tilvitanina um týdningin málmenning hevur. Hetta kundi verið eitt landsumfevnandi átak, sum rak út í hvønn krók í samfelagnum. Tí málmenning fer fram allastaðni allatíðina. Vit hava øll so ella so ábyrgdina av okkara móðurmálið, men serliga tveir stovnar í okkara tænastu hava størri

Frálík dokumentarisma

Takk   Uni Leitisstein Hansen , Eyðun Müller Thomsen og Kringvarp Føroya fyri dokumentarfilmin um G! festivalin. Hendan søgan er serstøk, og her eru anekdotir í hópatali at tríva í. Eg kann lítið ætla, at tit ofta hava bitið tenninar saman, krympað tærnar og sagt ‘kill your darlings,’ og helst eru eisini fleiri, ið spyrja, hví var hatta ikki við ella hitt. Her eru so nógvir skattir skaptir hesi 16 árini festivalurin hevur livið, so skjótt kundi alt druknað í nostalgi og kompromi um. Í røttum G! anda megnar dokumentarurin tó at halda fast í eini beinharðari linju, sum er væl tilrættarløgd frammanundan, og ikki stýrd av tí, sum av tilvild rekur framvið linsuni. Frálíkt at síggja og við tónleikinum í fokus. Eg minnist væl løtuna í juli 2002, tá man fór á hin fyrsta G!festivalin. Serliga minnist eg atgongumerkjasøluna. Mítt fyrsta upplivilsi á G! Eingin forsøla, netsøla, kortterminalur ella tílíkt. Við innkrevjingartaskunum hjá GÍ stóðu brøðurnir Ólavur og Tórfinnur og seldu bilett