Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2022

Ravnur og Translator – hvat nú?

Í farna mánaði sóu vit tvær alment fíggjaðar máltøkniverkætlanir verða loystar úr lagdi. Tær komu á eitt turt stað, tí innan máltøkni er føroyskt enn ein eftirbátur, sum so dánt hongur í. Øll, sum eru góð við okkara mál, eiga sjálvsagt at fegnast um øll framstig, men vit mugu samstundis ásanna, at hetta eru bara støk og smá fet, um vit ætla at vinna okkara máli sess millum øll hini í talgildu framtíðini. Tøknin er ein góður tænari, men ringur harri. Soleiðis tók stjórin á Føroya Tele einaferð til í einum fyrilestri við Løkin í Runavík. Ivaleyst meinti hann við ovurnýtslu av tøkni og fylgjurnar av henni. Men orðingin kann sanniliga eisini nýtast í sambandi við tøkni og málmenning. Tí tøknin er ein óloysiligur partur av okkara gerandisdegi, og tøknin er full av máli, sum í alsamt størri mun verður framleitt við algoritmum og tilgjørdum viti. Orð og tala eru allastaðni til staðar, og gerast fleiri og fleiri av hesum ikki føroyskt í framtíðini, so er hetta ein økismissur, ið kemur at á

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í