Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2022

Kann man bingja og spoyla á føroyskum?

Í kjalarvørrinum á øllum nýggjum kemur altíð okkurt áhugavert málsligt. Seinastu dagarnar hava vit áhaldandi hoyrt orðini spoyla og bingja . Ivaleyst fremmand fyri mong. Bæði eru beinleiðis úr enskum og knýtt at filmsmáli og hava verið nógv frammi alment í prátinum um røðina TROM. M.a. í sendingini Góðan morgun Føroyar. Orðini hava umframt enska upprunan eisini tað til felags, at tey hóska væl inn í føroysku málskipanina og kunnu smidliga lagast til bæði úttalu, stavseting og bending. Ivaleyst fara fleiri slík orð at vinna fram, tí soleiðis er við nýggjum vinnugreinum og samfelagsrákum. Stóri spurningurin er so, um vit vilja hava hesi orðini, ella um vit skulu finna onkur onnur. Sjálvur havi eg ikki so avgjørdar hugsanir um útihýsing ella ikki av ávísum orðum, tó at eg haldi, at tað er skilagott at vísa til ymiskar møguleikar og vera tilvitaður um gongdina. Á tann hátt kunnu vit jú eisini fjøltátta okkara mál, fáa fleiri orð fyri líknandi fyribrigdi og harvið møguleika at orða okkum f