Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2020

Eingin er orsøk

Mariumessa 25. mars er nakað heilt serstakt, tí ikki er hetta bara føðingardagurin hjá V. U. Hammershaimb og 9 mánaðir fyri jóladag. Hetta er eisini føðingardagurin hjá mammu míni, sum andaðist í 2011. So heitið móðurmálsdagur fær líkasum ein hægri týdning. Ímillum tey bæði Hammershaimb og mammu vóru 127 ár, og tó hava bæði havt eina avgerandi ávirkan á mítt mál, eins og aðrar føroyskar mammur og Hammershaimb hava havt fyri flestu føroyingar. Mamma man sum flestu mammur hava lært meg fyrstu orðini og ávirkað mín málsliga førleika. Ja kanska var ‘mamma’ mítt fyrsta orð. Og Hammershaimb, hóast hann ikki var høvuðsarkitekturin aftanfyri bulin í skriftmálsuppskotinum á sinni, so var hann høvuðsmaðurin at fáa okkara mál niður á pappír og prógva í verki, hvør dugur var í tí. Jú so ella so hevur hann lagt lunnar undir skriftmálið, ið vit hava havt so stórt gagn av síðan. Í dag kunnu vit staðfesta, at hóast føroyskt eins og flest onnur tungumál hevur avbjóðingar av ymiskum slagi, ið vit sjálva

At skýggja

Í gjár borðreiddi løgtingsformaðurin við orðinum 'at skýggja', tá hann greiddi frá, hví bert 19 løgtingsfólk vóru møtt til fundar. Sí ljóðfílu. Hann mundi sagt 'fara í....', men vendi aftur. Tíbetur. Snøgt og hóskandi sagnorðnýtsla, men kanska nakað seint nú. Og tó. Nógv munnu komandi tíðina fara at skýggja, so kanska hetta er eitt alternativ til navnorðini sóttarhald, karantenu og isolatión, sum kunnu tykjast í so formalistisk, fremmand og kanska ómenniskjalig. Formaðurin gjørdi so eina roynd við einum sagnorði, sum sigur tað sama og kanska er bæði beinraknari og styttri. Stórar miðlasøgur kunnu birta lív í og avlíva orð og orðingar. Spennandi verður eisini málsliga at fylgja gongdini komandi tíðina. At skýggja merkir sambært Móðurmálsorðabókini: halda seg burtur frá, royna ikki at koma í samband við, skýggja fólk, sjúku o.tíl. So í so máta er tað sera neyvt. Og gott er helst hjá teimum, ið skýggja at kunna vera nógv í skýnum. Jú bæði tvey stavast við ý, hóast mangur m