Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2019

Gestarøða á aðalfundi Lærarafelagsins 2019

Eg geri mær vanliga túrar eftir Gamla Leirvíksvegi. Av Varmakeldueiði og til Leirvíkar. Tað eru átta kilometrar í alt aftur og fram. Tá man nærkast Leirvík sæst yvir á Borðoynna á Háskúlan í Føgrulíð. Tá vakna visjónir og dirvi, og tankarnir um Símun og Rasmus og teirra ávirkan á føroyska samfelagið kunnu skjótt fáa hugin at sveima, so teir fýra kilometrarnir vestur aftur á Eiðið eru lættir. Hesir menninir, sum nærum bert við teirra egnu evnum og býanti fóru undir at menna føroyskt tilfar til frálæru og undirhalds, hesir menninir sum høvdu sum aðalmál at kveika føroyskan ungdóm, so hann var mentur at bera føroyska samfelagið fram sum eitt modernað samfelag. Teir sóu týdningin av teirra leikluti í einum størri og frameftirlítandi høpi í einum samfelag har vit ikki eingongd høvdu eitt fakfelag, og har læring ikki lág fremst í huganum á vanliga føroyinginum. Fiskaarbeið ella tænastugenta, ein kjansur undir Íslandi eftir fermingina ella húskallur var meira framtíðarmyndin man sá fyri før