Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2022

Raðfestið listarnar

Seinastu mongu árini hava afturvendandi kjak um javnstøðu, økisumboðan og andsagnir innanfloks skapt rumbul á politiska vígvøllinum. Í kjalarvørrinum á rembingunum undan jólum og nú eftir nýggjár er eyðsæð, at pláss er fyri batum, sum man pedagogiskt plagar at siga, tá okkurt ikki er gott nokk.  Ein skipan við raðfestum valevnislistum er ein møguleiki, ið átti at verið kannaður nærri. Slíkar skipanir eru í ymiskum útgávum vanligar í okkara grannalondum. Spola vit aftur til tíðina, tá landið bleiv skipað í eitt valdømi, so hendi hetta í eini ruðulleikakendari støðu, sum ikki bygdi á neyva viðgerð av orsøkum og enn minni avleiðingum. Endamálið var, sum so ofta í politikki, at brúka lagaligu løtuna og smekka til, tá ein meiriluti var at hóma. Úrslitið, tori eg at pástanda, er, at vit í dag hava eitt enn meira kaotiskt politiskt landslag enn áðrenn, har størsti trupulleikin er, at veljarin ikki veit, hvat hann fær fyri stemmuna. Hvørki tá tað kemur til økisumboðan, javnstøðu ella sjónarm