Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2020

Sóttarhaldslesnaður

Í sjónvarpstíðindunum í gjár ráddi yvirlækni okkum til at vera heima sum mest, og landslæknin boðaði frá, at tá náttin var komin, mundu omanfyri 700 fólk sita í tvungnum sóttarhaldi í Føroyum. Í gerandisdegnum hava vit alsamt verri við at finna samanhangandi stundir til at lesa eina góða skaldsøgu. Men sóttarhald - tvungið sum sjálvboðið, fult sum hálvt - er eitt frálíkt høvi at lesa. Tíbetur eru vit føroyingar so hepnir, at vit hava føroyskar rithøvundar, ið skriva okkum føroyskar skaldsøgur. Í fjør komu óvanliga nógvar út, so har er nokk av feskum at velja í. Ein teirra er 'Ein táttur er silvur' eftir  Sólrun Michelsen . Ein søgulig skaldsøga, ið úr kvinnusjónarhorni lýsir eitt tíðarskeið í føroyskari søgu, sum higartil mest av øllum er lýst úr mannfólkasjónarhorni. Skaldsøgan er løtt at lesa og skilja, og vit fáa eina góða lýsing av lívinum í eini vanligari føroyskari familju, sum er fyri tí vanlagnu, at móðurin í húsinum doyr. Vit ferðast í millum eitt føroyskt bygdarlag og