Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2019

12 til KVF

Mynd: kvf.fo Hvør valdagur er veitsludagur hjá fólkaræðinum. Tá eru flokkar og valevni til próvtøku og saman við teimum okkara einasti public service stovnur, sum ein óloysiligur hornasteinur í fólkaræðinum. Ymiskt var sjáldsagt, hvussu gekk hjá flokkum og valevnum, men okkara Kringvarp stóð royndina til eitt flott 12 tal. Vit blivu undirhildin og upplýst hvørt um annað. Fyrst gjøgnum útvarpslurtið í bili, til venjing og afturvið nátturðanum. Frálíkt útvarp. Livandi, er ligt og við innihaldi. Um áttatíðina varð skift yvir á sjónvarpið. Og her var dygd. Passalig ferð á og góð góðska á bæði myndum, ljóði, samanseting, journalistikki og redaktión. Einki drál og einki hálvt. Í sjónvarpsstovuni borðreiddu roynd og vitandi fólk við tølum, greiningum og kunnleika á ein lættan og elegantan hátt. Úti um landið syrgdu skilagóðir og vælupplagdir journalistar fyri áhugaverdum innsløgum frá degnum og livandi beinleiðis frásagnum, og í forhøll Kringvarpsins vóru fyrikomandi og kvikir