Skip to main content

Posts

Showing posts from 2011

Framtíðin í bíðistøðu

Kronikk prentað í Dimmalætting 2. desembur 2011 Vit vita hvat er rætt, men megna ikki at gera tað rætta. Innan skúlaverkið hava tær almennu Føroyar í alt ov lítlan mun megnað at gagnnýtt tær milliardaíløgur, gjørdar eru í samferðslukervið seinastu fjórðingsøldina. Vit brúka framhaldandi nógvan pening uppá skipanir, sum tíðin langt síðan er farin frá. Vit duga ikki at effektivisera og harvið gera okkum kappingarfør. Vit halda fast í eini farnari og dýrari fortíð, samstundis sum vit vilja inn í eina effektiva og framskygda framtíð. Hetta er eitt paradoks, sum ikki letur seg gera, og sum kostar okkum dýrt hvønn einasta dag. Bæði í peningi og dygd. Við at gagnnýta framúr samferðslumøguleikarnar, meginparturin av Føroya fólki hevur, eru allar gøtur greiddar fyri einum betri og bíligari skúlaverki. Hetta átti at verið søtir tónar í oyrunum á kommunustýris- og løgtingslimum, sum skulu stýra landinum framá, men enn tykist vegurin tíverri langur. Taparin er føroyskur ungdómur, føroyskt vita

Fòlkaræðið í fríum falli

2010 fer í søguna sum eitt ár, har álvarsom spurnartekin vórðu sett við fólkaræðið í Føroyum. Fólkaræðið byggir á tríbýtið millum lóggávutingið, útinnandi stýrið og dómstólarnar. Tey bæði fyrru hava vit føroyingar í stóran mun ræðið á, men tíverri eru tað júst hesi, sum dyggiliga hava svikið borgaran í 2010. Vit áttu at havt eitt løgting, eitt lóggevandi vald, sum tekur sær neyðugu stundirnar at viðgera mál opið og frítt, men tíverri hevur alsamt betri hug at gera tað mótsatta. Vit áttu eisini at havt eina umsiting, eitt útinnandi vald, sum fremur sín gerning samvitskufult eftir galdandi lógum, men tíverri er mangur í 2010 farin at ivast í, um so er. Tíbetur hava vit tó sæð onkrar leikarar í samfelagnum, sum kunnu vera fyrimyndir fyri okkum øll í strembanini eftir at byggja land á fólkaræðisliga grund. Føroyar eru í 2010 vorðnar eitt land, har tann sterkasti og frekasti í alsamt størri mun vinnur, og haldgóðar grundgevingar, sprotnar í einum fólkaræðisligum kjaki, tapa. Eitt land,

Tey ræðast fólkaræðið

Viðmerking í samband við løgtingsviðgerðina av fíggjarlógini fyri 2011 22.desember Eftir at upptøkutólini í Vørsluni og ljóðpulturin í Sortudýki vóru sløkt 22. desember, gloppaði fíggjarnevndarformaðurin sera varin fundarhurðina og loraði spakuliga álit nevndarinnar um fíggjarløgtingslógina 2011 út gjøgnum dyrnar. Eitt álit fult av broytingum í mun til seinast, tað sá dagsins ljós. Skamma stund seinni atkvøddi ein meiriluti av fólkavalda tingi okkara fyri at seta til viks allar fólkaræðisligar mannagongdir í viðgerðini av hesi meginlóg fyri 2011. Júst hví veit eingin. Tað má opinbart dyljast sum mansmorð. Men eg eri vísur í, at ein rættuliga stórur meiriluti hevur ikki ánilsi av, hvat hann hevur atkvøtt fyri. Tað kann ongantíð vera nøktandi og kemur helst øllum arbeiðslagnum í løgtinginum aftur um brekku í komandi fíggjarári. Tá undantøkini blíva reglur, er altíð vandi á ferð. Tá byrjar at lukta av fúlum rossahandlum og maktmisnýtslu. Seinnu árini hevur hendan keðiliga siðvenja sní