Skip to main content

Móðurmálslærugreinin má skipast

Grein um frálæru og frálærutilfar, sum fyrstu ferð var prentað í Dimmalætting 5. mars 2004, men framvegis er líka viðkomandi.

Eingin fer nakrantíð at tilevna undirvísingartilfar og námsfrøðiligar vegleiðingar fyri okkum, og eingin annar fer nakrantíð at útbúgva lærarar at undirvísa í okkara móðurmáli

Um vit skulu vænta betri frálæru í móðurmálinum, er avgerandi neyðugt, at sjøtul verður settur á eitt meira grundleggjandi og samanhangandi arbeiði í tilrættarleggingini av okkara móðurmálslærugrein. Mítt uppskot er, at eitt móðurmálsráð verður sett á stovn, sum hevur til endamáls at skipa lærugreinina.
Okkara kæra ð og okkara kæra rættskriving eru aftur á breddanum í kjakinum um føroyska málið og frálæruna í móðurmálslærugreinini. Ymiskar hugsanir hava verið havdar á lofti. Onkur heldur, at skriftmálið eigur at broytast, um føroyingar skulu læra at skriva føroyskt betur og rættari, meðan onkur heldur, at best er at halda fast við tað, sum er.
Eftir mínum tykki nerta hesi sjónarmið neyvan við kjarnuna í trupulleikanum, okkara móður-máls-lærugrein hevur. Kjarnan er nevniliga vantandi samanhangur millum ymisku stigini í út-búgv-ingar-verkinum, vantandi frálærutilfar, vantandi námsfrøðilig við-gerð og vantandi fatan av, hvat ein móðurmálslærugrein er.
Móðurmálslærugreinin er einasta lærugrein, vit hava hundrað prosent ábyrgd av, og tí mugu vit leggja nógv størri orku í at menna lærugreinina á øllum økjum í skúlaverkinum. So leingi móðurmálið ikki hevur ta rúmd, sum tað eigur at hava, so leingi kann man heldur ikki rokna við, at undirvísingin verður nóg góð.

Fortreytir fyri góðari frálæru
Allar lærugreinir byggja á fleiri fortreytir fyri, at ein skynsom og tíðarhóskandi frálæra og læring kann fara fram.
Í fyrsta lagi er neyðugt, at vit finna útav, hvat móðurmál undirvísingin skal byggja á. Skal tað vera tað, sum vit kenna frá okkara fyrstu sjey liviárum, ella skal tað vera eitt dreymamál, sum er tilevnað útfrá ynskjum hjá einum lítlum skara av máláhugaðum, ella skal tað kanska vera okkurt har ímillum. Í hesum sambandi kundi verið hugt at møguligum tillagingum í skriftmálinum.
Í øðrum lagi er neyðugt, at fakligi førleikin hjá einstøku lærarunum er í lagi.
Í triðja lagi er avgerandi, at ymisku stigini í útbúgvingarverkinum tosa saman og vita, hvat hvør annar ger.
Í fjórða lagi er avgerandi, at móðurmálið byggir á eina skipaða tilgongd og tilevning av frálærutilfari.

Hvat er eitt móðurmál?
Tað er ein inngrógvin partur av gerandisdegnum í Føroyum, at føroyingar ganga og rætta hvør annan málsliga, og stundum tykist hetta hava størri týdning enn sjálvt innihaldið í tí, sagt verður. Hetta er helst ein avleiðing av førda málpolitikkinum. Nógv tykjast hava gloymt, at málið er eitt samskiftisamboð, og føroyska málið er amboðið hjá okkum føroyingum at samskifta.
Eitt móðurmál skal fyrst og fremst úr høvdinum niður á pappír, meðan eitt fremmandamál bæði skal inn í høvdið og niður á pappírið nærum samstundis. Her er ein avgerandi munur á frálæruhættunum, og skeivur frálæruháttur kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri móðurmálið og fatanina av hesum.
Námsfrøðiliga vantar ein viðgerð av føroysktfrálæruni sum móðurmálsfrálæru. Móðurmálið er ikki eitt eintýðugt fyribrigdi. Móðurmálið er eitt sera persónligt samskiftisamboð, ið hevur alstóran týdning fyri persónliga sjálvsvirðið og dirvið at geva sínar hugsanir til kennar.
Í grundini er móðurmálið avgerandi fyri eitt vælvirkandi fólkaræði, og um vit kenna okkum ótrygg, so kenna vit okkum eisini ótrygg í okkara samskifti og lata kanska vera við at luttaka í kjaki. Hetta er ein nógv størri trupulleiki enn kjakið um smáar ábøtur á sjálva stavsetingina.
Neyðugt er við eini grundleggjandi greining av, hvat vit vilja læra børnini, og hvønn grundvøll hendan frálæra skal byggja á. Skulu vit geva okkum far um at styrkja føroyskt sum móðurmál, mugu vit eisini taka støðið í tí, sum er okkara móðurmál og sleppa dreymamálshugsanini.
Ein liður í hesum arbeiði kundi verið at gjørt tillagingar í skriftmálinum, sum Ólavur Hátún í áhugaverdari grein herfyri umrøddi. Hetta kundi t.d. verið gjørt eftir skilagóða uppskotinum, Eivind Weyhe málfrøðingur legði fram fyri nøkrum árum síðani.

Fakligi førleikin
Ofta hevur verið langað út eftir lærarum á ymisku skúlunum fyri ikki at læra børnini og ungdómin nóg gott føroyskt. Mangan man hetta vera ógrundað, og spurningurin er, um tað altíð er lærarin, sum hevur alla ábyrgdina. Og hevur nakar nakrantíð lýst, hvat »nóg gott føroyskt« merkir?
Lærarin hevur ta útbúgvingina, sum myndugleikarnir krevja. Um lærarin ikki hevur førleikan, er møguliga okkurt galið við skipanini, sum klekir hann. At meta um fakliga førleikan hjá einum lærara krevur annað og meira enn at hyggja at úrslitunum hjá næmingum hansara. Hvussu er t.d. við eftirútbúgving av føroysktlærarum?
Tað krevur eisini, at vit seta førleika læraranna inn í ein samanhang við málsetningin, ið náast skal á einstøku útbúgvingarstigunum, og teir hjálparmiðlar, lærarin hevur til taks í frálæruni.
Í fólkaskúlanum í dag hevur ein lærari nógvar lærugreinir at hugsa um á fleiri ymiskum stigum. Tá er avgerandi, at lærarin hevur tilfar til taks, ið kann hjálpa honum; tí eingin er serfrøðingur í øllum. Tá mett verður um frálæruna, má ein heildarmeting gerast, og ikki ein døming av øllum lærarum, sum undirvísa í føroyskum.
Nógvir gera eitt ómetaliga stórt og dygdargott arbeið, meðan aðrir kenna seg púra hjálparleysar, tí lítið og einki munagott frálærutilfar er, og eftirútbúgving er eingin. Men at undirvísa í føroyskum sleppa teir ikki undan, og tá verður úrslitið hareftir.

Samanhangur og endamál
Í føroyska útbúgvingarverkinum hava vit 10 stig í fólkaskúlanum og vanliga 3 í miðnámsskúlunum. Á øllum hesum stigum er móðurmálið ein sjálvsagdur partur.
Tískil kundi verðið spurt, um nakar veit, hvørji minstakrøvini eru til einstaka stigið, og hvørji minstakrøvini eru til stigbólkarnar 1. - 3. skúlaár, 3. - 7. skúlaár, 8. - 10. skúlaár og 1. - 3. miðnámsskúlaflokk, og hvussu hesi hanga saman sínamillum, og hvussu tey hanga saman við gerandisdagin í føroyska samfelagnum. Møguliga lekur millum teori og praksis.
Víðari kundi verið spurt, um øll hesi stig tosa saman, og um lærarar eru nóg væl kunnaðir um, hvat niðaru stigini arbeiða við. Tað er jú ein fortreyt fyri at møta næminginum á ein skynsaman og fakliga og námsfrøðiliga forsvarligan hátt.

Frálærutilfarið
Vit mugu hava dygdargott undirvísingartilfar fyri at náa endamálinum. Tað er týdningarmikið, at ein samskipan fer fram í tilevningini av undirvísingartilfari, og at føroysk forløg samstarva um eina útgávuætlan, sum hongur saman og tænir endamálunum.
Tilvildarlig útgáva av frálærutilfari, ið fyrst og fremst byggir á tørvin, evnini og hugin hjá onkrum einstøkum lærara, er ikki nóg góð. Tað má gerast ein yvirskipað ætlan, ið byggir á eina kanning av allari móðurmálslærugreinini frá fyrsta til síðsta stig í útbúgvingarverkinum.

Uppskot um framferð
Eitt uppskot um, hvussu vit kunnu fara undir eina skipaða tilgongd, er, at sett verður eitt ráð, eitt móðurmálsráð, ið hevur móðurmálslærugreinina og frálæru í hesi sum aðalmál.
Í ráðnum eiga at sita fakfólk frá øllum stigum í føroysku útbúgvingarskipanini. Hetta ráð eigur at ráðgeva lands-stýrismanninum í mentamálum um føroyskt sum lærugrein í fólkaskúlunum og mið-náms-skúlunum. Ikki ein bólkur, sum skrivar eitt álit um rættskrivingina ella um einstøk orð, men eitt ráð, sum støðugt ráðgevur um tillagingar og ábøtur, sum eiga at fremjast í móðurmálslærugreinini.
Ráðið skal virka sum ein ráðgevarabólkur, ið kemur við ítøkiligum tilmælum um námsfrøðina í móðurmálslærugreinini, um neyðugt tilfar, um endamálsorðingar, ið hanga saman eisini millum út-búgvingarstigini.
Ráðið skal somuleiðis gera eina útgávuætlan, sum hevur til endamáls at tippa tey stóru hol, sum eru, og sum hevur til endamáls at skapa ein samanhang í frálærutilfari, læraravegleiðing, útbúgving og eftirútbúgving av føroysktlærarum.
Eisini er týdningarmikið, at vit seta skipaðar kanningar í verk av frálæruni og úrtøkuni í lærugreinini og alsamt eru opin fyri nýggjum møguleikum og avbjóðingum á øllum stigum í útbúgvingarverkinum.
Hetta ljóðar kanska sum ein stórur gloypibiti, men eingin ger arbeiðið fyri okkum. Skulu vit koma trupulleikunum við m.a. stavseting og vantandi virðing og áhuga fyri lærugreinini til lívs, má farast undir eina skipaða og nútímans menning av fakliga førleikanum, av sambandinum millum útbúgvingar-stigini og av frálærutilfarinum. Ikki fyrrenn tá kunnu vit tosa um at røkja okkara móðurmál á ein skynsaman hátt í skúlanum.
Og hvør veit, kanska ein dag verður ð'ið tann minsti trupulleikin.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...