Grein í samband við at úrslitini av PISA kanningini blivu kunngjørd á vetri 2007. Prentað í Dimmalætting 6. desember 2007. Nú brast so enn ein PISA-bumba uppi á Hoyvíksvegnum í Havn. Fjølmiðlar, lærarar, politikarar og embætisfólk á gosi, tí vit enn einaferð blivu kolldømd og mett ódugnalig at vera. Tíverri megna luttakandi partarnir ikki at vísa á álvarsligar trupulleikar við júst hesum kanningum. Tí hesi vælmeintu orð, ið vónandi fáa onkran at seta eitt ójavnatekin millum PISA og sannleikan Ymisk námsfrøðilig og faklig rák hava altíð rikist aftur og fram innan skúlagátt. Stundum rekur ein veg, og stundum ein annan. Rákini kunnu vera ymisk frá heimsparti til heimspart, frá siðvenju til siðvenju, frá mentan til mentan, og frá tíð til aðra. Í løtuni tykist einki mark vera fyri hvussu vit skulu kanna okkara yngstu borgarar fyri mangt og hvat. Einki nýtt í tí. Soleiðis var eisini, tá undirritaði gekk sín barnaskúla hjá nonnunum í Havn. Munurin er bert tann, at tá vóru tað lærarar sjá...
Páll Isholm bloggar um mál, bókmentir, miðlar, skúla og fólkaræði.