Skip to main content

PISA, vegurin og lívið

Grein í samband við at úrslitini av PISA kanningini blivu kunngjørd á vetri 2007. Prentað í Dimmalætting 6. desember 2007.

Nú brast so enn ein PISA-bumba uppi á Hoyvíksvegnum í Havn. Fjølmiðlar, lærarar, politikarar og embætisfólk á gosi, tí vit enn einaferð blivu kolldømd og mett ódugnalig at vera. Tíverri megna luttakandi partarnir ikki at vísa á álvarsligar trupulleikar við júst hesum kanningum. Tí hesi vælmeintu orð, ið vónandi fáa onkran at seta eitt ójavnatekin millum PISA og sannleikan

Ymisk námsfrøðilig og faklig rák hava altíð rikist aftur og fram innan skúlagátt. Stundum rekur ein veg, og stundum ein annan. Rákini kunnu vera ymisk frá heimsparti til heimspart, frá siðvenju til siðvenju, frá mentan til mentan, og frá tíð til aðra.
Í løtuni tykist einki mark vera fyri hvussu vit skulu kanna okkara yngstu borgarar fyri mangt og hvat. Einki nýtt í tí. Soleiðis var eisini, tá undirritaði gekk sín barnaskúla hjá nonnunum í Havn. Munurin er bert tann, at tá vóru tað lærarar sjálvir, ið framdu hesar kanningar. Lærarar, ið kendu mentan, siðvenju og einstaka næmingin.
Nú eru tað fremmandir serfrøðingar frá OECD, ið útfrá nøkrum alment ókendum spurnarbløðum, framd av huldufólki og viðgjørd í eini teldu í Avstralia, skulu siga okkum niður í minsta smálut, hvussu okkara skúli skal skipast.
Mín spurningur sum foreldur er, um tað er soleiðis eg vil hava, at fólkaskúlin, sum børn míni skulu nema sær førleikar í, skal stýrast og mennast. Fyrimyndin er púra fremmand og endamálið rættiliga ógreitt.

Er PISA hóskandi?
At gera nógvar kanningar, royndir og leggja dent á paratvitan er ein námsfrøðiligur arbeiðsháttur. Skal næmingurin hava nakran livandi møguleika at standa seg væl, má hann frá grundini av vera vanur við henda arbeiðshátt.
Í Føroyum hevur námsfrøðiliga hugsjónin á Føroya Læraraskúla verið júst hin øvugta. Flestu lærarar í føroyska fólkaskúlanum eru als ikki útbúnir til tílík háttaløg og tílíkan hugsunarhátt. Tann elitera skúlahugsanin hevur ikki verið ráðandi í norðurlondum í mong ár, men við PISA-kanningunum tykist vend verða komin í.
Spurningurin, sum eingin tykist serliga áhugaður í, men sum eftir mínum tykki er sera umráðandi, fyri ikki at siga altavgerandi, er: Broyta vit skúlan fyri okkara egnu skuld ella fyri skuldina hjá PISA, og hvat missa vit við at blaka 20–30-ára siðvenju og royndir fyri borð? Kanska kundi verið áhugavert at kanna, hví vit fóru burtur frá skúlanum, har kanningar, royndir og paratvitan vóru aðaltættir.
Hava MMR, Lærarafelagið, politikarar og embætisfólk nakrantíð sett sær spurningin? Neyvan, tí PISA er sannleikin.

Er PISA røtt?
PISA verður av okkum sjálvum tulkað, sum eru vit millum tey allarbýttastu innan OECD. Er hetta nú veruliga so?
Á Stuðulsstovninum eru hagtøl, ið boða frá, at føroyingar, sum lesa hægri lestur, eru eins nógvir ella nærum eins nógvir og danir, sviar, norðmenn og íslendingar. Hetta sigur mær so mikið sum, at áræðinum at fara undir hægri lestur bilar einki.
Higar til dags havi eg ongantíð hoyrt nakran grett orð um, at føroyingar í hægri lestri megna lesturin verri enn onnur fólkasløg. Eiheldur havi eg nakran illgruna um, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar eru verri fyri enn næmingar í øðrum londum. Heldur tvørturímóti. Hetta sigi eg útfrá mínum royndum sum lesandi í Føroyum og uttanlands, sum lærari í Føroyum og uttanlands og sum miðnámsskúlaleiðari við royndum frá altjóða samstørvum.
Í mínari verð er hetta ein staðfesting av, at úrslitini í PISA ikki standa mát við veruleikan, føroyskir ungdómar liva í eftir loknan fólkaskúla.
Vit kunnu eisini spyrja um ovurstóra mongdin av vællærdum føroyingum í álitisstørvum uttanlands er úrslitið av einum óbrúkiligum fólkaskúla?

Er PISA vís?
Ein aðaltáttur í øllum vísindaligum kanningum er opinleiki. Skal kanningin vera eftirfarandi, er neyðugt, at hon kann eftirkannast av óheftum og kritiskum serfrøðingum. Gjøgnum allan skúlan fáa vit t.d. at vita, hvussu týdningarmikið tað er at upplýsa keldur, at vera objektivur o.s.fr. Men er PISA tað?
Nøkur fá fólk í heiminum hava tann framíhjárætt at vita, hvat í veruleikanum fer fram. Hvørjir eru spurningarnir; hvussu eru teir orðaðir; er málsliga kósin í umsettu tekstunum tann puristiska ella tann hóvliga; er talan um spurningar, vit í okkara samfelagi meta viðkomandi o.s.fr..?
Hetta eru altavgerandi spurningar fyri trúvirðið, men tíverri. Tann, sum vil hava svarið, fær tað ikki, tí PISA er óatkomiligt. Tað má ikki rørast, og spurnartekin mugu ikki setast. PISA er sannleikin.

Vegurin og lívið
Alheimsgerðin tykist floyma inn yvir okkum. Stundum er tað gott, og stundum minni gott. PISA er eftir mínum tykki ein av vandamiklu flóðaldunum, sum hjá ráðandi harrunum á fólkaskúlaøkinum tykist vera sjálvur vegurin at fara fyri at koma fram til fullkomna lívið.
Fólkaskúlin er hornasteinurin í okkara samfelag, og tað er har, vit leggja grundarsteinin fyri samfelagnum, sum vit vilja hava. Tað er har míni børn skulu mennast og tilogna sær førleikar. At renna glaðbeint eftir óvísindaligari kanning, framd eftir einum alheimsstandardi sum OECD, ið annars fæst við búskaparliga menning, hevur sett í verk, er ørt.
Vit mugu kobla okkara egnu heilar til aftur og sjálvi seta PISA inn í eitt føroyskt høpi og ein føroyskan veruleika. Í løtuni er sjálvstýrarin settur til, og vit stýra uttan mál og mið. Tí kanska eru vit millum tey allarbestu, um bara hasir 9.-floks-næmingarnir høvdu fingið 9-ára uppaling í at fremja royndir og kanningar. Men hevði tað verið nøkur trygd í sjálvum sær?
At geva einum donskum professara og eini avstralskari teldu seinasta orðið í menningini av okkara føroyska fólkaskúla er ein niðurgerðing av tí arbeiði, sum dagliga fer fram í føroyska skúlanum og ein tileinkisgerð av okkara førleika at meta um egin viðurskifti.
Lat okkum fáa eina breiðari viðgerð av hesum álvarsmáli; eina viðgerð, ið byggir á meira enn PISA. Eina viðgerð, ið tekur støði í einum føroyskum veruleika og einum føroyskum samfelag. Tað hava okkara eftirkomarar uppiborið.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...