Skip to main content

Nýggj skúlatilboð avgerandi

Grein prentað í blaðnum "Eftirskúlin" á sumri 2010.

Vit hava ikki ráð at liva í fortíðini og framtíðini samstundis. Hvørki tá ræður um fígging ella førleikamenning. Tað er alneyðugt í einum nútíðar samfelag at gera upp við gamlar, stirvnaðar og kostnaðarmiklar skúlaloysnir og heldur brúka peningin til nýggjar, spennandi og framsóknar ætlanir. Verkætlanir, ið veruliga kunnu taka kappingina á altjóða skúlamarknaðinum upp og flyta føroyskan skúlaskap inn í framtíðina. Størri skúlaeindir, føroyskur eftirskúli, miðnámsskúladeplar, menning av sertilboðum til orðblind, arferðartrupul og úrmælingar. Boðini eru mong, og hava tey verið tað í nógv harrans ár, men nostalgi og politiskt avgerðarloysi eru størsta forðingin.

Tey gerast bara yngri og yngri, ið leita sær uttanlands í útbúgvingarørindum. Tey fáa eitt leysari og leysari samband við føðilandið og eina ímynd av einum landi, har alt stendur í stað. Ikki serliga hugaligt at byggja framtíðina á. Tað er alneyðugt at taka kappingina í álvara. Kappingina um framtíðar ættarlið. Tapa vit hana ber okkum sum tjóð ikki bøtir.
Hetta er ikki ein spurningur um pengar, men ein spurningur um raðfesting og framsókni og í síðsta enda ein spurningur um yvirlivilsi hjá føroysku tjóðini. Eg pástandi, at vit kunnu gera føroyska skúlan nógv betri við teimum pengum, vit longu frammanundan brúka til endamálið, og við teimum fólkum, sum longu frammanundan starvast í skúlaverkinum. Orkan skal bara brúkast uppá framtíðar visjónir og ikki fortíðarinnar nostalgi.

Samfelagið broytist...
Samfelagið broytist. Vit hava flutt okkum úr opna árabátinum umvegis sluppina og gomlu trolararnar í nýtímans før við framkomnum reiðskapi og góðum umstøðum umborð. Vit hava flutt okkum úr slitnum oljuluktandi ferjum á nútímans vegir, í ljósar tunlar og fjálg marglætisskip. Vit hava bygt barnagarðar til barnaansing, so allir vaksnir føroyingar hava møguleika at taka lut í arbeiðslívinum. Jú, vit hava leypandi flutt føroysku tjóðina framá.

Drívmegin handan hesar broytingar er, at vit vilja hava Føroyar at verða eitt samfelag á jøvnum føti við onnur samfeløg; vit vilja hava okkara land at veita somu møguleikar, sum onnur lond veita sínum borgarum. Hetta er tilverugrundarlagið hjá einum nútímans samfelag í ein alheimsgjørdum heimi. Tað snýr seg um at vera kappingarfør á øllum økjum. Bæði í fiskaprísi, ansingartilboðum, flutningsmøguleikum, mentanartilboðum og sannliga eisini skúlatilboðum. Og her haltar av álvara, og er hetta í dag okkara allarstørsta avbjóðing!

...men skúlin broytist ei...
Í einstøkum førum rør okkara skúli framvegis í árabátum, í flestu førum hevur man lagt um til sluppfiskiskap, men tað er bert í hendingaføri, at føroyskur skúlaskapur kann samanberast við glæsiligastu fiskiførini. Her hugsi eg ikki bara um skúlabygningarnar og tøkniligar hentleikar, men minst líka nógv um, at vit tykjast halda rimmarfast um eina gamla stirvnaða skipan, sum var til langt áðrenn berghol og tvísporaðar vegir.
Tað er eingin sjálvfylgja, at føroyskir ungdómar í framtíðini fara at velja føroysk skúlatilboð. Skúlatilboðini í okkara grannalondum eru mong og fjølbroytt og kunningin um hesi tilboð betri enn nakrantíð og kappingin um ungdómarnar størri enn nakrantíð. Landamørkini fara í framtíðini at kámast alsamt meiri, tá ræður um skúlaskap.
Skal tað eydnast at vinna herdu kappingina á skúlamarknaðinum, og skal føroyskur ungdómur í framtíðini hava rætta førningin og fjølbroytni, mugu vit syrgja fyri at gerast kappingarfør á skúlaøkinum. Bæði á barna-, framhalds- og miðnámsskúlastigi. Og tað eru vit ikki í dag. Ikki tí sjálv frálæran er vánalig, men heldur tí skúlaskipanin er ov smøl og stirvin.
Kostnaðarstøðði er høgt; kanska ov høgt, og fjølbroytni í tilboðunum ov lítið; alt ov lítið. Vit liva í eini farnari tíð. Vit liva í nostalgiini. Og tað kostar. Bæði í pengum og dygd. Sjálvsagdar politiskar avgerðir hava í áratíggju bíða eftir djørvum og framsóknum politikarum, men verða ikki tiknar.
Hetta avgerðarloysi forðar fyri skúlamenning og nýhugsan.
Stóri taparin verður føroyska samfelagið, sum orsakað av væntandi virðing fyri broytingar- og menningartørvi skúlans ikki megnar at skapa eitt nútíðar spennandi og fjølbroytt skúlatilboð.

...og tó eru glottar
Tíbetur sær út til, at okkara núverandi landsstýriskvinna er sinnað at gera nakað við trupulleikarnar. Vónandi fer hon at bera á mál við bæði at skipa fólkaskúlan í størri eindir, at savna miðnámsskúlarnar í deplar og ikki minst skipa nýggj skúlatilboð sum t.d. eftirskúla, ítróttarskúla og listaskúla.
Eg trúgvi, at ein alneyðug nútímansgerð á fólkaskúla- og miðnámsskúlaøkinum, saman við stovnan av tveimum kanska trimum eftirskúlum kundu lyft føroyskan skúlaskap langt fram á leið. Og eg eri vísur í, at verður rætt atborið, so fer hetta ikki at kosta nakað nevnivert meira, enn okkara verandi og ótíðarhóskandi skúlaskipan longu frammanundan kostar.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...