Kronikk prentað í Dimmalætting 2. desembur 2011 Vit vita hvat er rætt, men megna ikki at gera tað rætta. Innan skúlaverkið hava tær almennu Føroyar í alt ov lítlan mun megnað at gagnnýtt tær milliardaíløgur, gjørdar eru í samferðslukervið seinastu fjórðingsøldina. Vit brúka framhaldandi nógvan pening uppá skipanir, sum tíðin langt síðan er farin frá. Vit duga ikki at effektivisera og harvið gera okkum kappingarfør. Vit halda fast í eini farnari og dýrari fortíð, samstundis sum vit vilja inn í eina effektiva og framskygda framtíð. Hetta er eitt paradoks, sum ikki letur seg gera, og sum kostar okkum dýrt hvønn einasta dag. Bæði í peningi og dygd. Við at gagnnýta framúr samferðslumøguleikarnar, meginparturin av Føroya fólki hevur, eru allar gøtur greiddar fyri einum betri og bíligari skúlaverki. Hetta átti at verið søtir tónar í oyrunum á kommunustýris- og løgtingslimum, sum skulu stýra landinum framá, men enn tykist vegurin tíverri langur. Taparin er føroyskur ungdómur, føroyskt vita...
Páll Isholm bloggar um mál, bókmentir, miðlar, skúla og fólkaræði.