Kronikk prentað í Dimmalætting 2. desembur 2011
Vit vita hvat er rætt, men megna ikki at gera tað rætta. Innan skúlaverkið hava tær almennu Føroyar í alt ov lítlan mun megnað at gagnnýtt tær milliardaíløgur, gjørdar eru í samferðslukervið seinastu fjórðingsøldina. Vit brúka framhaldandi nógvan pening uppá skipanir, sum tíðin langt síðan er farin frá. Vit duga ikki at effektivisera og harvið gera okkum kappingarfør. Vit halda fast í eini farnari og dýrari fortíð, samstundis sum vit vilja inn í eina effektiva og framskygda framtíð. Hetta er eitt paradoks, sum ikki letur seg gera, og sum kostar okkum dýrt hvønn einasta dag. Bæði í peningi og dygd.
Við at gagnnýta framúr samferðslumøguleikarnar, meginparturin av Føroya fólki hevur, eru allar gøtur greiddar fyri einum betri og bíligari skúlaverki. Hetta átti at verið søtir tónar í oyrunum á kommunustýris- og løgtingslimum, sum skulu stýra landinum framá, men enn tykist vegurin tíverri langur. Taparin er føroyskur ungdómur, føroyskt vitanartilfeingi og framtíðar menningarmøguleikar. Sum starvsfólk innan skúlaverkið, sum skattgjaldari og sum foreldur at verandi og komandi skúlabørnum er hetta ikki sørt ørkymlandi at eygleiða.
Í fólkaskúlanum eru fyrimunirnir so eyðsæddir, at tað er beinleiðis tápuligt ikki at gagnnýta teir. Hví okkara skúlabygnaður, og fyri tann skuld kommunubygnaður og helst stórur partur av tí almenna bygnaðinum, skal tvingsilshaldast í spennitroyggju, sum tíðin fyri langari tíð síðan er farin frá, er mær ein gáta. Hetta er ein spennitroyggja, sum er hundadýr, sum forðar framburðshugsan, og sum í sær sjálvum framelur afturhaldssemi og snævursskygni; nakað, vit hava nóg mikið av frammanundan, og sum ein framskygdur fólkaskúli kanska er einasti heilivágur ímóti.
Fólkaskúlin fjøtrar
Í verandi fólkaskúlaskipan eru 57 eindir við næmingum og so eru einar 8 uttan næmingar. Flestu eindirnar høvdu væl færri enn 100 næmingar í 2009/2010. Hesar eindir eru alt ov smáar, og eingin hugsandi møguleiki er at fáa dygd og kostnað at hanga saman eftir nútíðar mátistokki. Fyri at brúka ein í skúlaskapi illavorðnan setning: Hesar eindir eru ikki kappingarførar. Tær hava tapt fyri tíðarinnar tonn.
Tað er stór synd í næmingunum í smærri skúlunum, og tað er eisini stór synd í næmingunum í størru skúlunum, sum ferð eftir ferð mugu svíða fyri spariknívinum. Hetta er snøgt sagt ikki tann skilabesti hátturin at fremja íløgur í útbúgving á. Einaferð var hetta av náttúrligum ávum ivaleyst einasti hátturin, men so er ikki longur, og tað mugu tey, sum taka avgerðir á økinum, skjótt ásanna. Annars verður upptakið bara størri seinni.
Vit hava 20 framhaldsdeildir í landinum við gott 30 næmingum pr. árgang í miðal. Tað sigur seg sjálvt, at hetta má kosta nógv og trupult fyri ikki at siga vónleyst er at fasthalda nøktandi fakligari dygd og menning. Í Eysturoynni og Norðoyggjum eru ikki færri enn sjey framhaldsdeildir. Sjey skúlar, sum hava eitt og sama endamál. Nevniliga at útbúgva okkara ungdómar í 8., 9. og 10. flokki. Mesta fjarstøðan er einar 35 kilometrar millum hesar sjey framhaldsdeildir. Kanska eitt mál fyri Guinness World Records at kanna nærri.
Ikki er óvanligt at hesir føroysku ungdómar, sum í flestu førum hava áleið eitt hundtøki í skúla, hava ligið á pusliborðinum í vøggustovuni samstundis. Hava í gerandisdegnum kanska ikki hitt nevnivert av øðrum ungdómi í sínum fyrstu 16 liviárum; ikki havt ein veruligan møguleika at royna seg í øðrum sosialum samanhangum og bygt onnur vinarløg enn akkurát millum hesar fáu javnaldrarnar. Á leikvøllinum, í kórinum, í samkomuni ella hvar tað skal vera. Bert tey somu fólkini. Gamaní eru landsstevnur, ítróttarkappingar, kórfestivalar og býtúrar í Havn, men tað er í gerandisdegnum, at tann varandi menningin fer fram og har lívsvirðini festa røtur.
At fasthalda ungdóminum í tílíkum fastløstum mynstrum er eftir míni bestu sannføring sera avmarkandi fyri teirra menningarmøguleikar og horisont bæði nú men sanniliga eisini seinni í lívinum. Og ringast av øllum; ímyndið tykkum, hvussu tey, sum fella uttanfyri hendan frammanundan lítla bólk, hava tað og fara at hava tað.
Summastaðni heldur mann eisini framvegis fast við at hava ein og sama flokslærara, helst eisini sama føroysktlærara og sama roknilærarara, frá tí børnini eru 6-7 til tey eru 15- 16 ára gomul. Ein hugsan, sum helst stavar frá einalæraraskipanini og neyvan hevur nógv at gera við nútímans námsfrøði og fakkunnleika.
Ímynda tær felagsskapin av børnum, sum ikki fekst at rigga í barnagarðinum, sum fekk ein vánaligan og kanska ótolnan flokslærara í 1. flokki, sum tey hingu uppá, líka til tey skuldu á miðnám. Hvussu hava hesi børnini tað, hvussu hevur skúlin og fyri tann skuld barnagarðurin megnað sína uppgávu? Hvussu nógv føroysk børn hava upplivað nakað líknandi í sínum nærumhvørvi og hvussu nógv børn ynskja vit skulu uppliva hetta í framtíðini? Hvussu nógvan pening og orku brúka vit uppá hetta og hvat fáa vit burturúr? Bara fyri at varðveita ein skúla í nærumhvørvinum; bara fyri at varðveita nøkur almenn arbeiðspláss innanfyri bøgarðarnar; bara fyri at gera tað lagaligt og høgligt hjá foreldrum, lærarum og lokalpolitikarum, tí soleiðis hevur tað jú altíð verið; bara fyri at sleppa undan at taka avgerðir og fremja broytingar. Nei, her er ikki neyðugt við nakrari PISA-kanning. Tað er “common sense”, at hetta ikki er í lagi.
Størri eindir ein sjálvfylgja
Eg taki fult og heilt undir við teimum, sum ynskja at skipa skúlan í størri eindir. Eindir, har mann kann flyta lærarar og næmingar innanhýsis. Har tað er eitt krav, at ein lærari ikki sleppur at grógva fastur, men skal royna seg í nýggjum umhvørvi, um tørvur er á tí. Har tað er møguligt at skipa sertilboð fyri størri bólkar, so í fyrsta lagi tey, sum hava tørv á sertilboði, í øðrum lagi lærararnir og í triðja lagi hini, sum ikki hava nakran serligan tørv, fáa ein nógv betri skúladag, betri lærdóm og í síðsta enda eitt betri lív. Har mann sleppur undan, at lærarar verða settir í støður, har teir verða fastfrystir og tvingaðir at arbeiða við trupulleikum og uppgávum, teir ikki eru førir fyri at loysa. Vit skulu jú minnast til, at hetta er okkara egna framtíð, vit hava við at gera.
Vit hava loysnirnar. Tað, sum krevst er dirvi at fremja tær í verki. At taka fingrarnar úr oyrunum og lurta, og ikki minst lata munnin upp, siga sína hugsan og kjakast. Tá høvdu kanska loysnir, sum ikki eru svartar ella hvítar komið í ljósmála. Hvør veit?
Kommunur bróta slóð...
Nýggi skúlabygnaðurin í Leirvíkar- og Gøtu skúlum og Nám X í Eysturskúlanum eru frálík stig rætta vegin. Eysturkommuna og Tórshavnar kommuna vísa her í verki, hvussu tað ber til at skipa ein nútímans skúla. Enntá uttan at byggja glæsiligar bygningar fyri 100-tals milliónir. Gævi løgtingslimir og kommunustýrislimir í øðrum kommunum eisini fóru at vísa sama vilja og dirvi. Tí hetta er vegurin at ganga hjá føroyska fólkaskúlanum.
...meðan løgtingið svevur...
Tíverri vísti lagnan, ið uppskotið um broytingar í Fólkaskúlalógini fekk í løgtinginum í vár, beint tað øvuta, og enn eitt stórmál legði beinini við mest nýtta setningi hjá verandi samgongu: ”Eg vil so fegin, men eingin politiskur meiriluti er í samgonguni.“ Hvør segði, at politikkur er at vilja, og hvat vil so hendan samgongan í veruleikanum annað enn at spæla bókhaldari? Ja, tað kunnu vit hvør í sínum lagi hugleiða um, meðan pengarnir áhaldandi fossa út til loysnir, ið tíðin er farin frá.
Vónandi hevur landsstýriskvinnan áræði at halda á at trýsta, og vónandi megnar hon at koma ígjøgnum við neyðugum broytingum, áðrenn skúlaverkið syndrast av ostahøvlinum og manglandi visjónum.
...og framtíðin bíðar
Samstundis sum peningur verður søplaður burtur í beinleiðis handlingsloysi og manglandi broytingarhuga, stendur øll skúlamenning á standby. Nýggj og slóðbrótandi hugskot doyggja í føðingini, tí eingin peningur er tøkur til annað enn at halda fast í fortíðini. Starvsfólkamenning á øllum skúlaøkinum er stórt sæð eingin og fakdidaktisk menning og orðaskifti er ókent og í summum førum kanska eisini óynskt.
Hetta er í fer við at leiða okkara skúlaverk út í eina sera hættisliga støðu, ið kemur at kosta dýrt.
Betri og bíligari
Verður rætt atborið, fari eg at pástanda, at vit kunnu gera allan okkara skúla nógv betri fyri somu pengar ella kanska minni enn tað, sum brúkt verður í dag.
Verða flokkar og skúlar settir saman, so sum mest fæst burturúr hvørjari krónu, so eru fíggjarligu fyrimunirnir eyðsýndir, og í dag er eingin, sum vil framá í skúlaskapi í iva um, at størri eindir (t.d. tvey spor í barnaskúlanum og fýra spor í framhaldsdeild) skapa bestu møguleikarnar fyri skilagóðari fakligari og námsfrøðiligari tilrættarlegging og menning.
Vónandi fer hetta at síggjast aftur í arbeiðinum í Tinginum í vetur og ikki gerast áhaldandi fótatraðk.
Vónandi fara okkara fólkavaldu at gera sum býráðslimirnir í Eysturkommunu og Tórshavnar kommunu. Nevniliga at seta fokus á framtíðina í staðin fyri fortíðina.
Vónandi fer dygd og rationell hugsan at vinna á smølum, lokalum áhugamálum, ið hava kostað almennu Føroyum óneyðuga nógvan pening og føroyskum ungdómi framtíðarmøguleikar.

Comments
Post a Comment