Skip to main content

Tómir katedralar hótta

Kronikk í Dimmalætting: Tómir katedralar hótta

Skúlabygging hevur støðugt verið á breddanum seinastu áratíggjuni. Mest hevur verið tosað um skúlan í Hoydølum, sum hevur livað undir vánaligum korum í eitt mannaminni. Tekniski Skúli í Tórshavn hevur eisini staðið ovarlaga, uttan tó nakrantíð at hava fingið sømiliga viðferð. Og hvør minnist ikki eljustríðið um Studentaskúlan í Eysturoynni á sinni og so déja vu’ið í Suðuroynni, tá Eidesgaard og Strømmurin brádliga fluttu Studentaskúlan úr Vági í evstu løtu. Jú, søgurnar eru mangar og ikki altíð so tespiligar. Tær fylla eisini nógv, men eru tó bara søgur um bygningar, betong, prestigu og lokalpolitikk. Nøktandi høli til almennar skúlar og arbeiðspláss eiga í 2013 at vera ein sjálvfylgja. Hetta hevur sum so einki við útbúgvingarpolitikk, skúlaskap, lærdóm og framtíðarvisjónir at gera. Skúlapolitikkur er nevniliga eingin, og vandi er fyri, at okkara stásiligu bygdu sum óbygdu skúlakatedralar fara at standa tómir fyri nýhugsan, tómir fyri framfýsni og tómir fyri framsóknar næmingar og lærarar um nøkur ár. Eingin fer í framtíðini at slíta seg upp í einum visjónsleysum og innantómum hylki. So fær hylkið verið so fagurt og fjálgt, sum tað vera vil.

Eftirútbúgving, kunningar- og samskiftistøkni (KST) inn um skúlagátt, fjøltáttað tilboð til fólk við breki, førleikar í heimsflokki o.s.fr. Hetta eru orð, vit hava hoyrt umaftur og umaftur frá skiftandi ráðharrum og samgongum. Stundum hevur ein ávísur játtanarvilji verið til staðar, men sum oftast bara tóm orð. Nøkur miðvís stevna hevur ikki verið í føroyskum politikki innan skúla og undirvísing í nógv ár. Eingin miðvís ætlan, og tær politisku røðurnar, man hevur hoyrt um hetta so altavgerandi mál fyri framtíð Føroya lands, kunnu teljast á einari hond. Alt druknar í betongi, løgujáttanum, verklagslógum, staðseting, byggifuski, soppi og plásstroti. Tó, rætt skal vera rætt, onkuntíð breggja politikarar sær av, hvussu nógv ganga í skúla her og har, men ongantíð meir enn tað. Skúlin verður í politiska umhvørvinum í størri mun mettur sum ein ella onnur framleiðsluhøll og í minni mun sum ein vitanardepil, ið skal tryggja landsins framtíð.

Eingin spyr, um tað, sum vit gera handan skúlastovudyrnar, er í lagi ella ikki. Útbúgva vit fólk til føroyska samfelagið; útbúgva vit fólk til nútíðina og framtíðina ella fortíðina; eru læraraførleikarnir nøktandi og duga vit at leiðbeina næmingum á røttu lestrarleiðirnar og eru útbúgvingartilboðini í Føroya landi tey røttu og mest viðkomandi? Hetta eru spurningar vit eiga at seta okkum alla tíðina, men tíverri hoyri eg sera sjáldan nakran politikarar umrøða hesi evni.

Á minst trimum grundleggjandi økjum er fráverandi politikkurin nú farin at sansa veruliga at, tá umræður miðnámsskúlan, har eg havi havt mína dagligu gongd seinastu 12 árini. Hendan politiska fráveran kann innan stutta tíð gerast ein álvarsom hóttan móti miðnámsskúlaskipanini og seta spurnartekin við, um vit í Føroyum megna at røkja og reka eina skúlaskipan, ið heimsins útbúgvingarskipanir kunnu hava álit á. Hendir tað, so býður okkum ikki bøtur. Tí ein dyggur miðnámsskúli er atgongumerkið til hægri lærustovnar og arbeiðsmarknað her heima eins og uttanlands.

Óútbúnir miðnámsskúlalærarar

Lógin, eins og samstarvsavtalur við onnur lond, fyriskrivar, hvørjar fakligar og námsfrøðiligar førleikar lærarar, ið jú góðskutryggja útbúgvingarnar, skulu hava. Lógir og avtalur fyriskriva, hvør kann útskriva atgongumerkini til altjóða hægri útbúgvingar og starvsleiðir annars. Hesir lærarar stríðast við at fáa teirra fakligu førleikar í nógv ár, og hesir eru á góðari leið á flestu skúlunum. Trupulleikin er tó, at landsins myndugleikar ikki megna at veita teir námsfrøðiligu førleikar, sum lærarar og næmingar hava krav uppá sambært lóg, kunngerð og samstarvsavtalum.
Áhaldandi verður drálað og spart, so tað í dag standa einir 150 miðnámsskúlalærarar ella sløk helvtin av øllum lærarahópinum úti í miðnámsskúlunum og undirvísa uttan kravdu námsfrøðiligu útbúgvingina. Úrslitið er, at fakliga vitanin ikki verður miðlað á ein nøktandi hátt og, at námsfrøðiligi førleikin og kjakið við tíðini hvørvur úr miðnámsskúlaskipanini. Hendan sannroynd hevur við sær, at føroyska miðnámsskúlaskipanin ikki er “sammenlignelig”, sum tað m.a. stendur í avtaluni millum føroysku myndugleikarnar og teir donsku. Avtalan, sum skal tryggja føroyskum næmingum beinleiðis atgongd til útlendskar lærustovnar.
Framhaldandi drál á hesum øki setur dygdina og trúvirðið í føroyska miðnámsskúlanum upp á spæl, og tað er neyvan gamansleikur hjá teimum politikarum, sum eiga at tryggja Føroya landi framtíðar breiðar og hollar lestrarmøguleikar. Hyggja vit so at lestrarvegleiðarauppgávuni og bókavarðaruppgávuni, so hevur mær vitandi ikki verið nøkur skipað útbúgving í enn longri tíð. Langt man í dag vera millum útbúnar lestrarvegleiðarar og bókavørðar. Tvey vital øki á einum ungdómsskúla, ið grannar okkara gera sera nógv burturúr.

KST-játtanin hvarv

Í mong ár hevur støðan á KST-økinum verið nøkulunda nøktandi í miðnámsskúlunum, men eisini her er av álvara farið at sansa at. Kontan, sum tryggjaði eina tilgongd av nýggju tøknini, hvarv brádliga í einari fíggjarnevndarviðgerð handan læstar dyr eina kalda desembernátt. Onkur vildi vera við, at ein konta norðanfjørðs hækkaði við júst somu upphædd. Ongantíð hevur henda konta tó sæð dagsins ljós aftur, so nú sita lærarar á mongum skúlum við niðurslitnum amboðum og teldum, sum als ikki kunnu nøkta dagsins tørv. Gongdin stendur við og versnar.

Øll nútímans frálæra tekur støði í nútímans miðlum og møguleikum. Í øllum hesum er KST ein avgerandi liður. Lesiveik, sjónveik og hoyriveik hava eisini alstórt gagn av hesum amboðum, sum brádliga ger tað møguligt hjá teimum í nógv størri mun at verða partur av gerandisdegnum innan skúlagátt. Amboð til fjarlestur, útbúgving, eftirútbúgving, læraranetverk og so mangt annað eru avgerandi. Her er stutt sagt eingin vegur uttanum, men tað heldur føroyski politikarin ikki og tí er kontan til KST-amboð framhaldandi goymd undir gólvteppinum í fíggjarnevndini. Signalið er greitt. KST er ikki ein partur av føroysku miðnámsskúlaskipanini í framtíðini.

Tað munnu eftirhondini eisini vera mong ár síðani nøkur líkinda frálæra var í KST sum námsfrøðiligt eins væl og fakligt amboð. Tað tykist alsamt meira greitt, at fráverandi politikkurin á økinum leggur upp til, at lærarin framhaldandi skal vera tann privatpraktiserandi. Hann má sjálvur útvega sær arbeiðstólini, ið krevjast, um hann skal kunna fremja eina nøkulunda nútímans frálæru. Arbeiðsgevarin, landið, leggur í øllum førum vertin í fakliga og námsfrøðiliga menning, at skapa samanhang í gerandisdagin á skúlanum og at lyfta felags avbjóðingar innan skúlagátt. Har má bara hvør sæta sær sum frægast.

Eingin faklig menning

Kagar tú í søludiskarnar, tá skúlaárið byrjar, er langt millum føroysku snapsirnar. Onkur bók finst tó. Fyrr var illa. Men til flestu kjarnalærugreinirnar er so eiðasørt. Føroyingar hava sína egnu søgu, sítt egna samfelag og sína egnu serstøku náttúru t.d. Men hava vit okkara egna frálærutilfar á økinum? Nei. Úrslitið er, at vit lesa um fremmandar heimar fyrst og fremst, og okkara egni kemur í aðru røð. Vit lesa um okkum sjálvi gjøgnum fremmandar brillur. Á tilfarssíðuni er lítil og eingin menning og útgávu- og framleiðslupolitikkurin á undirvísingarøkinum er sjálvsamur gestur á varrum politikkaranna. Og so undrast vit framvegis, hví ungdómurin tráar uttanlands, hví tey ikki kenna sítt egna land betur o.s.fr.

Fyrsta august komandi verður nýggj miðnámsskúlaskipan sett í verk. Nýggjar lærugreinir, nýggjar lesiætlanir, nýggj tímatøl, nýggjur próvtalsstigi. Snøgt sagt alt verður nýtt. Hava lærararnir, sum skulu føra hetta út í verki frætt nakað um fakliga innihaldið í hesum sambandi? Nei. Ikki eitt orð. Hava lærarar frætt nakað um fakligu menningina í hesum sambandi? Nei. Ikki eitt orð. Er nakar líkinda manualur framleiddur til maskinmeistaran í hesum nýggja og framkomna maskinrúminum? Nei. Her er stórt sæð einki beinarbeiði gjørt á tí fakliga økinum, einki frálærutilfar er framleitt og eingin vegleiðing er framleidd til nýggja leistin, og tí eru helst útlit til lítla og onga menning og broyting í praksis. Nýtt vín á gamlar fløskur. Tað var kanska eisini meiningin við tí heila. Jú, føroyskur politikkur líkist sær sjálvum.

Tómir katedralar styggja ungdómin

Kanska ljóðar alt hetta sum ein gomul hjalshurð ella grátikona. Men tað fær ikki verið øðrvísi, tá umræður prioriteringina, sum substansurin innan miðnámsskúlagátt hevur fingið seinnu árini. Hann versnar ár fyri ár, og summa staðni er farið at sansa rættiliga at.

At hava hampuligar og tíðarhóskandi karmar til okkara almenna skúlaskap er ein sjálvfylgja í 2013. Marknagilsdepil, útbygging á Kambsdali og í Klaksvík eru í so máta avgreiðslumál. Hinvegin, so geva hesar útbyggingar onga meining, um man ikki ætlar at fylla hesar karmar út við dyggum innihaldi. Tað er her, mín stóri ótti er.

Eg óttist nevniliga tann dagin, okkara ungu siga farvæl til føroyska skúlan longu sum 15-ára gomul. Hetta hendir í ávísan mun longu í dag. Føroyski skúlin gerst alsamt meira fremmandur og ótíðarhóskandi. Aðrir møguleikar standa og bíða við opnum ørmum. Hetta er kanska ikki álvarsamt enn, men trupulleikin økist dag frá degi og fer neyvan at gera tað lættari at venda fólkaminking til fólkavøkstur.

Manglandi útbúgvingarpolitikkur, bláoygdur betong- og lokalpolitikkur og víkjandi skil fyri týdninginum av útbúgving og skilagóðari menning og almenning kunnu styggja ungdómin og sum frálíður gera nýggju stásiligu skúlarnar til tómar katedralar til minnis um eina tíð, har fáfongd og stuttskygni vann á vísdómi og víðskygni.

Trý stig rætta vegin

Vit mugu snara kjakinum til annað og meira enn bygningar og landafrøðiligar staðsetingar. Skúlapolitikkurin má gerast meira enn tos um betong og løguætlanir. Ítøkilig handling skal setast handan føgru orðini um innihaldið.
Ein byrjan kundi verið, at man gav lærarunum ta útbúgving, teir og næmingar teirra hava krav um, og samstarvsfelagar uttanlands rokna við. Síðani kundi man funnið fram aftur kontuna, sum tryggjar tøkniliga menning í føroyska miðnámsskúlaverkinum, og at enda átti man at sett fakligar ráðgevarar, sum kunnu lyfta nýggju námsætlanirnar á eitt fakligt stig, so skúlanýskipanin fær ein veruligan týdning.

Hesi stig høvdu givið risaíløgum veruligan legitimitet og peikað frameftir móti ljósari tíðum innan miðnámsskúlagátt.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenningsskaldsøgu   úr enda

Ein væleydnað debut

Fyri sløkum ári síðan kom út fyrsta skaldsøgan eftir Jón Thorsteinsson. Skaldsøgan nevnist Tám, og talan er um eina áhugaverda og væleydnaða debut, sum eg vóni hevur givið høvundanum hug at skriva fleiri. Áður hevur Jón skrivað stuttsøgusøvnini Søgur úr býnum og Hult og dult við áhugaverdum og góðum stuttsøgum. Skaldsøgan er søgan um Bartal og Anju, sum  finna saman. Vit fylgja tveimum paralellum søgugongdum, og skapa hesar spenningin í søguni. Bygnaðurin er greiður, og sum lesari villist tú ongantíð.  Bókin Tám er ein realistisk samtíðarskaldsøga, sum fer fram í Tórshavn. Temað er trúfesti og fals millum vinir, millum ættarlið, millum kyn og millum samfelag og einstakling. Skaldsøgan lýsir og viðger nútíðarrák í føroyska samfelagnum. Bústaðartrupulleikin, rúsevnishandil, politiskt spinn, útlendsk arbeiðsmegi, hjúnarskilnaður, mentanarmunir og støðan sum einligur forsyrgjari eru millum evnini. Høvuðsleikararnir liva eitt vanligt lív í høvuðsstaðnum, og í teirra gerandisdag er

Ódnartøk í Kongshøll

Fyrr í dag var úrslitið av verkætlanini Ravnur lagt fram, og úrslitið er einastandandi. Hetta er ein sonn stórhending í føroyskari málmenning. Eftir tiltakið var boðið til ein lættari bita, og øll tóktust samd um úrslitið av verkætlanini, og at nú er at liggja á takinum og taka næsta stigið, og skipa føroyska máltøkni í eina eind ella samstarv, ið er áhaldandi og varandi. Eldsálin handan hetta frambrotið eins og frambrotið við føroysku taldutaluni í síni tíð, leiðarin á Sjóndeplinum, Karin Kass, beyð vælkomin, áðrenn landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, fekk orðið. Hann legði ikki fingrarnar í millum, tá hann umrøddi týdningin av málmenning okkara og máltøkni. Um stig nú verða tikin í Mentamálaráðnum til víðari menning ella ikki, nevndi hann tó einki ítøkiligt um. Eftir Jenis var sjálv framløgan av verkætlanini. Fyrstur var Peter Juel Henrichsen, verkætlanarleiðari, ið greiddi frá alment um talukennarar og tilgongdina í hesi verkætlanini. Peter Juel er útbúgvin innan bæð