Kronikk í Dimmalætting: Avhending kann spjaða April 19, 2013 at 6:36 PM At leggja øki frá landinum tilkommunurnar at umsita er eingin loysn í sjálvum sær. Sum oftast gerstkostnaðurin fleirfaldaður, tí upptakið er so stórt. Útreiðslurnar tilfyrisiting vaksa, og skatturin hjá føroyingum blívur enn flatari ogtænastustøðið ójavnari, alt eftir um tú ert partur av eini ríkari ella fátækarikommunu. Óumhugsað avhending av landsuppgávum til kommunurnar fer í longdini atspjaða heldur enn at savna okkara frammanundan lítla samfelag. Er hetta eittvælferðar- og framtíðarsamfelag vit ynskja okkum, og hava vit umrøttvandamálini nóg væl? Eg ivist. Viljavit hava barnaansing, eldrarøkt, skúlar, sløkkilið, barnavernd o.s.fr., muguvit so ella so gjalda fyri tað. Vit kunnu gera tað gjøgnum ein púra flatankommunuskatt, ein nokk so flatan landsskatt ella umvegis brúkaragjøld. Ellakanska eina kombinatión av hesum. Barnaansingin er dømi um eina samantvinningav brúkaragjaldi og kommunuskatti. Skúli...
Páll Isholm bloggar um mál, bókmentir, miðlar, skúla og fólkaræði.