Skip to main content

Avhending kann spjaða

Kronikk í Dimmalætting: Avhending kann spjaða

At leggja øki frá landinum tilkommunurnar at umsita er eingin loysn í sjálvum sær. Sum oftast gerstkostnaðurin fleirfaldaður, tí upptakið er so stórt. Útreiðslurnar tilfyrisiting vaksa, og skatturin hjá føroyingum blívur enn flatari ogtænastustøðið ójavnari, alt eftir um tú ert partur av eini ríkari ella fátækarikommunu. Óumhugsað avhending av landsuppgávum til kommunurnar fer í longdini atspjaða heldur enn at savna okkara frammanundan lítla samfelag. Er hetta eittvælferðar- og framtíðarsamfelag vit ynskja okkum, og hava vit umrøttvandamálini nóg væl? Eg ivist.

Viljavit hava barnaansing, eldrarøkt, skúlar, sløkkilið, barnavernd o.s.fr., muguvit so ella so gjalda fyri tað. Vit kunnu gera tað gjøgnum ein púra flatankommunuskatt, ein nokk so flatan landsskatt ella umvegis brúkaragjøld. Ellakanska eina kombinatión av hesum. Barnaansingin er dømi um eina samantvinningav brúkaragjaldi og kommunuskatti. Skúlin verður rindaður umvegis lands- ogkommunuskatt, meðan sløkkilið og barnavernd einans verða goldin umvegiskommunuskattin.

Hvørjaferð vit skulu taka støðu til hesi viðurskifti, mugu vit gera okkum greitt,hvat tað er, vit vilja hava burturúr. Hvørja tænastu vilja vit hava? Skal honvera eins fyri allar føroyingar? Skal hon rindast kollektivt ella skal brúkarinrinda við kassa 1? Skal skattatrýstið á láglønt hækkast umvegis kommunuskattinella skal tað fordeilast javnari umvegis landsskattin? Í mínari verð viðkomandispurningar, tá samfelagstrupulleikar skulu loysast, men sera sjáldan hoyri eghesar spurningar havdar á lofti í kommunalpolitiska kjakinum.

Kommunur yvirtikið falittbúgv

Millumpolitikarar tykist semja um, at gerst eitt øki kommunalt, so verða øll problemloyst av sær sjálvum. Hetta er tó als eingin sjálvfylgja. Er eitt økiniðurraðfest fíggjarliga av landinum í nógv ár og harvið vanrøkt, so gerasttrupulleikarnir sjálvandi størri. Finst fígging, so finnast loysnir. Um fígginginer umvegis lands- og kommunuskatt ella brúkaragjøld er fyri so vítt líkamikiðfyri sjálva uppgávuna. Hetta verður tó ongantíð tikið við í roknistykkið umútlegging av málsøkjum til kommunurnar í Føroyum. Tað kundi verið áhugavert atsæð eina kanning av kostnaðinum av teimum málum, sum seinnu árini eru løgd úttil kommunurnar, áðrenn meira verður gjørt við avhending av landsuppgávum.

Barnaansinginvar um aldaskiftið so illa umsitin, at hon var blivin ein ovurstórursamfelagstrupulleiki. Tí bleiv hon løgd út, og tí dýrkaði hon fleiri 100%.Trupulleikin er kanska í tí stóra og heila loystur í dag, men tað hevur kostað,og skatturin bleiv flatari, tí kommunala skattatrýstið eyðvitað mátti økjast.

Fyrinøkrum árum síðani var loysunarorðið at leggja barnaverndarumsitingina tilkommunurnar. Tá var økið niðurpínt og vanrøkt í áravís. Nú hava kommunurnar sostáplað eina rúgvu av barnaverndarumsitingum uppá beinini afturat alskyns øðrumumsitingum til børn. Hetta kostar. Spennandi hevði verið at sæð, hvussu nógvhetta hevur dýrkað samlaða almenna raksturin. At nakað er spart ílandskassaroknskapinum av hesi útlegging, ivist eg tó í. Heldur tvørturímóti;helst er samlaða dýrkanin fleiri hundrað prosent. Her eru pengar, sum fara tilóneyðuga nógv pappírsarbeiði í fløktum og ógreiðum skipanum, í staðin fyri tilbørnini, sum hava so stóran tørv á røttu hjálpini.

Samlaðurakstrarútreiðslurnar hjá kommununum á almanna- og heilsuøkinum eru farnar frá116 milliónum í 1998 upp í  418 milliónirí 2009. Samlaðu útreiðslurnar til íløgur hava sama tíðarskeið verið 590milliónir og í 2004, tá tær vóru upp á tað hægsta, 102 milliónir. Tilstuttleika kann nevnast aftur, at kommunal fyrisiting er voksin frá 54milliónum í 1998 til 168 milliónir í 2009.

Eg eri rættiligavísur í, at var barnaansingarøkið landsuppgáva og brúkti landið somu pengar,sum kommunurnar gera og hava gjørt at loysa uppgávuna, so var tað minst líkavæl skipað sum í dag, og borgarin fekk eitt javnt gott tilboð kring alt landið.Og varð ein landsbarnaverdarumsiting fíggjað úr landskassanum við somu krónum,sum kommunurnar brúka í dag, so vórðu føroysku børnini væl betur vard, enn tey verðaí dag. Harafturat hevði peningurin verið goldið umvegis ein nokk so flatanlandsskatt í staðin fyri ein púra flatan kommunuskatt.

Ervilji, so eru pengar og so finst eisini ein gongd leið. Um pengarnir koma úrlandskassanum, kommunukassanum ella við brúkaragjøldum er ein fíggjarligurspurningur. Tað eru somu pengapungar, sum skulu rinda fyri gildið óansæð.Spurningurin er heldur, hvussu vit vilja skrúva okkara vælferðarsamfelag saman,og hvat vit vilja hava burturúr í síðsta enda. Áhaldandi at flyta apuna runtloysir ongar trupulleikar og førir ongan veg.

Tey eldru og skúlabørnini

Nú erutað so eldraøkið og skúlaøkið. Sjey ymisk eldraøki og kanska sama tal avskúlaeindum verður helst úrslitið innan alt ov langa tíð. Landið hevurnevniliga megnað at pínt sína egnu umsitingar niður, so tær meira arbeiða sumsløkkilið enn framskygdir fulltrúar. Tí megna tey ikki at lyfta hesar fyriFøroyar lívsneyðugu uppgávur. Hvat er so at gera? Jú, somu uppskrift sum áður.Út til kommunurnar og so eina fleirfalda umsiting tann vegin. Nú letur til, atman fyribils hevur fingið kaldar føtur á skúlaøkinum, meðan eldraøkið skal útfyri ein hvønn prís 1. januar 2014.

Hettahevur einki við at koma tættari borgaranum at gera. Hetta hevur einki viðsparing at gera. Hetta er alibi fyri landspolitiska ómegd. Hví skal man ikkikunna stýra eini umsiting av  eldraøkinumsentralt í einum landi við sløkum 48.000 íbúgvum? Tað kann bara vera ein orsøk.Niðurraðfesting. Tá vit ikki hava orku og fólk, sum megna at umsita í einarieind, hvar ætla vit so at finna orkuna og fólkini at umsita sjey eindir?
                                                  
Tríati,fjúrtan, níggju, sjey, tvær ella onga. Jú boðini eru mong uppá, hvussu nógvarkommunur okkara lítla land skal skiljast sundur í. Stundum tykjastgrundgevingarnar og kjakið í heila tikið at byggja á einstøk mál og tíðarbundinviðurskifti og ikki á tann samansetta veruleikan føroyskar kommunur liva í.Inntøkugrundarlagið er sera ymiskt, fólkagrundarlagið er alt frá 30 til 20.000íbúgvar, landafrøðiligu avbjóðingarnar eru sera ymiskar, og mentalitetsmunuriner stórur.

Steinar mugu vendast

Áðrennfarið verður undir at leggja fleiri øki til kommunurnar, eiga vit at taka støðutil fleiri spurningar. Vit mugu spyrja um vit vilja hava einar minnisamhaldsfastar Føroyar.
                                                                
Kommunuskatturiner jú púra flatur og fleiri uppgávur til kommunurnar skapar flatari og minnisamhaldsfastan skatt. Hetta var eisini gongdin undir ABC-samgonguni, so í somátta er flatskattur ikki nakað spildurnýtt fyribrigdi.

Vit fáaeisini ójavnar almennar tænastur til borgarar í Føroyum alt eftir, hvar ílandinum teir búgva. Munurin millum ríkastu og fátækastu kommununa í Føroyum ernevniliga so mikið stórur, at tænasturnar tær kunnu veita, als ikki eru samanberiligar.

Einblokkur frá landinum kann tryggja eina ávísa javnvág fyrstu tíðina, men ereingin trygd fyri javnari tænastu ella kostnaðarendurgjaldið í allari framtíð.Landið hevur jú buktina um báðar endarnar. Hetta áttu kommunalpolitikarar eftirhondini at havt lært.

Vit mugueisini umrøða útjavningarspurningin av nýggjum, vit eiga at umhugsa ein samhaldsfastarikommunuskatt, og vit mugu umrøða eindirnar av nýggjum, so tær gerast samanberiligar,áðrenn nýggj og tung vælferðarøki verða løgd á kommunalu herðarnar.

A, B og C kommunur

Eg vóniat man hevur dirvi at umrøða og taka omanfyrinevndu spurningar í álvara, áðrennenn ein óumhugsað útlegging fer fram. Alt annað kann føra til ruðuleika, harlandið frá tíð til aðra má finna uppá serskipanir og sersømdir til útvaldarkommunur í peninganeyð. Eitt slag av kommunalari neyðhjálp. Hetta hava vitlongu sæð í verandi skipan við ítróttarhøllum, ellisheimum, bátahyljum ogbakkaverjum, og verður tað hvaðna verri, tá kommunurnar fáa enn fleiri tungmálsøki at umsita. Vit fáa heilt víst A-, B- og kanska C-kommunur, og vit fáaheilt víst kommunur, sum spola avstað og kommunur, sum enda undir umsiting.Ynskja vit tað?

At endahaldi eg, tað er vert at leggja til merkis, at tað nærum bara eruborgarstjórarnir í allarríkastu kommununum og í kommunum í vøkstri, sum eru so altráireftir fleiri dýrum málsøkjum. Ei undur í. Teir hava ráð, og teir vilja víðariher og nú. Men skal prísurin vera einar ójavnari Føroyar? Tað má landspolitikarintaka støðu til.

Í mínumhugaheimi er lítið vunnið við óumhugsaðum útleggingum, tí tá klúgva vitgjáirnar í Føroyakortinum enn djypri, enn tær longu eru klovnar og gera landokkara minni, enn tað longu frammanundan er. Vit spjaða heldur enn at savna. Taðkann nú ikki vera endamálið við tí heila.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...