Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2013

Public service ella public chaos

Kronikk í Dimmalætting: Public service ella public chaos May 7, 2013 at 9:41 AM Í einum upplýstum og framkomnumsamfelag er óheftur, kritiskur og konstruktivur journalistikkur avgerandifortreyt fyri fólkaræðisligum kjaki og samfelagsligum og mentanarligumframburði. Hesa tænastu kann bara politiski viljin tryggja umvegis ein virknanog tíðarhóskandi miðlapolitikk. Niðurraðfestingin av Kringvarpi Føroya seinastumongu árini er tíverri eitt tekin um, at politiski viljin í Føroyum er júst tannøvugti. Samanklamsingin av Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya hevur víst seg atvera tekin um sama vilja, og tannleysa skráin og tíðindini og alsamt vaksandikommersialiseringin av Kringvarpinum, sum vit í hesum døgum eru vitni til, erusjálvt úrslitið. Miðlapolitikkur er eingin, og privatu miðlarnir, ið eisinivilja góðan, kritiskan og konstruktivan journalistikk reka fyri vág og vind.Soleiðis tykist støðan, og tað gongur við rúkandi ferð skeiva vegin. Í so mátaer tað, tú sáar, framvegis tað, tú...