Skip to main content

Public service ella public chaos

Kronikk í Dimmalætting: Public service ella public chaos

Í einum upplýstum og framkomnumsamfelag er óheftur, kritiskur og konstruktivur journalistikkur avgerandifortreyt fyri fólkaræðisligum kjaki og samfelagsligum og mentanarligumframburði. Hesa tænastu kann bara politiski viljin tryggja umvegis ein virknanog tíðarhóskandi miðlapolitikk. Niðurraðfestingin av Kringvarpi Føroya seinastumongu árini er tíverri eitt tekin um, at politiski viljin í Føroyum er júst tannøvugti. Samanklamsingin av Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya hevur víst seg atvera tekin um sama vilja, og tannleysa skráin og tíðindini og alsamt vaksandikommersialiseringin av Kringvarpinum, sum vit í hesum døgum eru vitni til, erusjálvt úrslitið. Miðlapolitikkur er eingin, og privatu miðlarnir, ið eisinivilja góðan, kritiskan og konstruktivan journalistikk reka fyri vág og vind.Soleiðis tykist støðan, og tað gongur við rúkandi ferð skeiva vegin. Í so mátaer tað, tú sáar, framvegis tað, tú heystar.


Fortreytinfyri einum fólkaræði er ein upplýstur veljari og eitt opið alment kjak.Fortreytin fyri einum upplýstum veljara og opnum kjaki er holl, alítandi ogkritisk upplýsing. Hendan fæst í sera avmarkaðan mun frá miðlum, sum liva avpeningi frá stóru vinnufyritøkunum og felagsskapum og góðum søgum frápopulistiskum politikarum og einstaklingum, ið áhaldandi spæla eindukkusjónleik, ið fólkið ikki skilir til fulnar.

Hendanfæst heldur ikki á persónligum bloggum og portalum, sum fyri tað mesta eru nútímansvariantar av gomlu politisku bløðunum. Ei heldur eru facebook, twitter, google+o.s.fr. nakar sum helst garantur fyri hollari og sakligari upplýsing avveljarafjøldini. Mest av øllum tryggja hesi okkurt hugaligt prátið viðkaffiborðið ella á frisørsalongini. Hetta seinasta hevur so aftur rakt stórarpartar av kringvarpsskránni, so kaffikoppaklirr og feel-good tos eru blivinhornasteinurin í okkara almenna óhefta public service miðli, ið tykist havagloymt sína meginuppgávu. Mongdin av ókeypis lýsingarbløðum, ið látast verðatíðindaberar er eisini alsamt vaksandi, so lýsingarverðin kemur neyvan at beranøkrum dygdargóðum journalistikki uppi.

Upplýsing ella múlaband
Ræðumyndin av føroyska miðlaheiminum, sum tykist vera ynskimyndinhjá summum eisini fólkavaldum, er, at Dimmalætting av fíggjarligum orsøkum mágevast ella sleppa journalistisku linjuni, at Sosialurin minkar enn meira og atenda bara gerst eitt lýsingarblað við løttum undirhaldi, og at Kringvarp Føroyaheldur fram at menna eina mainstream handilsmentan ístaðin fyri at dyrka publicservice. Hetta síðsta er í veruleikanum tað álvarsamasta, tí tað undirgrevurlegitimitetin hjá Kringvarpinum og hóttir tilverugrundarlagið hjá øllum privatumiðlunum bæði innihaldsliga og fíggjarliga. Ynskja vit hetta, so er bara atlata standa til, eins og gjørt er í fleiri skiftandi samgonguskeiðum. Tá havavit givið frælsu pressuni múlaband, og múlaband tykist vera tað, sum breiðafjølmiðlasemjan frá 2006 eftirhondini er avmarkað til.

Ynskimyndinhjá mær er hinvegin ein saklig, óheft og væl undirbygd upplýsing, ið kann setatingini í perspektiv og konstruktivt peika frameftir. Hon fæst einans fráfjølmiðlafólkum, sum virka óheft í fólksins tænastu. Miðlum, sum støðugt megnaat kunna fjøldina um tað, sum fer fram og politikaran um tað, sum er neyðugt atgera nakað við; sum støðugt megna at vera fólksins sakførari mótvegis maktiniog sum støðugt megna at lata borgarar úr øllum heraðshornum landsins koma tilorðanna. Serliga teimum, sum ikki hava peningin og frekleikan at vinna seg framá almenna leikpallin. Ein góður miðil er ein miðil frá fólkinum til fólkið.Ynskja vit hetta mugu politikarar og miðlar taka annað skinn um bak og vísa íverki tað muður mælir.

Atkeglast um hvør ger hvat, nær, hvar og hví førir ongan veg. At stóla upp á, atprivati marknaðurin einsamallur skal fíggja dygdargóðan journalistikk í allariframtíð førir heldur ongan veg. At orða fagrar sáttmálar og halda orðaríkarrøður um talufrælsi ger heldur ongan mun longur.

Fortíðineigur at siga okkum, at hetta skapar ikki dygdargóðar miðlar í fólksinstænastu. Fortíðin eigur eisini at læra okkum, at ‘kikaran fyri blinda eygað’politikkurin bert førir til undirgang.

Númá støða snøgt sagt takast til, hvat vit skulu hava fjølmiðlar til í Føroyum,og hvussu nógv vit vilja ofra av almennum peningi til tað. Okkurt kann privatimarknaðurin framleiða, men tað skal eisini gjaldast. So ella so. Hetta má manpolitiskt eisini taka støðu til, tí privati lýsingarmarknaðurin er tódnaðurnógv seinnu árini og ókeypis bløðini og internetið taka ein alsamt vaksandipart av hesi køku.

Miðlahús ella handilshús
Føroysktíðindi í útvarpi og sjónvarpi, føroyskar barna- og ungdómssendingar í útvarpiog sjónvarpi, djúptøknar dokumentarsendingar í útvarpi og sjónvarpi. Hetta ertilfar, vit ynskja. Tilfar, vit vita, er neyðugt. Eins neyðugt er tað viðhollum blaðmiðlum, ið nýta og menna skrivaða málið og góðu myndina gjøgnumhollan journalistikk. Bløðum, sum lata upp fyri vælumhugsaðum skrivligumorðaskifti. Hetta er alt samalt neyðugt fyri eitt upplýst fólk í einum livandifólkaræði. Hetta er eisini neyðugt í eini tjóð, sum hevur mál, mentan ogsiðvenju at menna og røkja.
Hettaer tilfar, sum ongantíð hevur lønt seg at framleiða á privatum grundarlagi, ogtað fer tað ongantíð at gera. Hetta er tilfar, sum má framleiðast í miðlahúsumheldur enn handilshúsum. Hví? Tí tað kostar ov nógv at framleiða í mun tilinntøkurnar. Serliga í eini tjóð, sum bert hevur 48.000 íbúgvar. So mikiðstørri er ábyrgdin hjá teimum fólkavaldu at viðgera spurningin í álvara. Í somáta er ein fræls pressa í fólksins tænastu eins týdningarmikil sum eittvælvirkandi heilsuverk, skúlaverk ella almannaverk.

Stuttsagt. Miðlar í fólksins tænastu er ein lívæðr í einum og hvørjum fólkaræði ogsiviliseraðum samfelag. At handla móti hesum er at kappa høvdið av upplýsing,fólkaræði og framburði, og áhaldandi av tingsins og øðrum røðarapallum at blakavið runu eftir nevndum, miðlaleiðslum, miðlafólkum o.ø. er undanstøkking ogveruleikaflýggjan.

Stundiner komin at stinga út í kortið, hvussu við fáa eitt føroyskt public serviceframeftir. Eitt realistiskt uppskot, sum ber til peningaliga og menniskjaligaog tekur atlit til allar partar á miðlapallinum. Inntil tá eri eg stórligabangin fyri, at vit vera vitni til somu tómgongd sum nú. Tað er vatn á myllunahjá teimum, sum ynskja upplýst fólkaræði har piparið grør, og samstundis tilstóran skaða fyri framtíðar Føroyar.

Herskulu bráðfeingis tøk takast bæði á redaktiónunum sjálvum, so vit fáa betritilfar, og á politiska vígvøllinum, so vit fáa ein haldbæran miðlapolitikk, sumtryggjar støðufesti.  Í einum longri høpieiga miðlarnir eisini at fylla meira innan granskingar- og skúlagátt. Tí atlæra at greina og tulka miðlar og granska í teirra ávirkan á samfelagið eigur í21. øld at vera ein fastur táttur í almenningini av okkara ungu borgarum, sumeru umringaðir av miðlum frá morgni til myrkurs, úr vøggu í grøv.

Íokkara grannalondum hava tey miðlapolitikk, ið røkkur frá teimum fólkavaldu inná redaktiónirnar og út á skúlarnar og granskingarstovnarnar. Í okkaragrannalondum eru breiðar politiskar semjur um týdning miðlanna. Í okkaragrannalondum virða tey fólkaræðisligan hugsanarhátt. Gævi hetta skjótt eisiniverður galdandi í Føroyum.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...